Kvinnurnar hjá Fleyr mistu sítt fyrsta stig hetta kappingarárið, men tær eru framvegis greitt á odda í meistaradeildini aftaná ein spennandi fimmsettara í Kollafirði, har Fleyr vann 3-2 á heimaliðnum, KÍF.
Settmunurin var 23-25, 25-18, 12-25, 25-21, 12-15. KÍF er fyrsta liðið sum tekur stig frá Fleyr hetta kappingarárið.
Fleyr hevur 17 stig av 18 møguligum og er greitt á odda. SÍ hevur 10 stig og Mjølnir hevur níggju stig. KÍF er nummar fýra við átta stigum. TB hevur seks stig, og Dráttur er aftast við einum stigi.
TRÝST á PÍLIN undir SAVNSMYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum.
HERber til at hoyra samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við Guðrun L. Joensen og Sólrun Petersen hjá KÍF, og samrøðuna Óli gjørdi við Katrin Petersen hjá Fleyr.