KÍF-Fleyr, Føroyar-Grønland og VÍF-H71 á FM1

FM1 sigur frá flogbólti klokkan 14, og sigur frá hondbólti klokkan 17 og klokkan 19

Nógvar ítróttarfrásagnir verða á FM1 seinnapartin.

 

Klokkan 14 sigur Óli G. Samuelsen beinleiðis frá dystinum í meistaradeildini í flogbólti hjá kvinnum millum KÍF og Fleyr í Kollafirði.

 

Klokkan 17 sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá A-landsdystinum millum manslandsliðini hjá Føroyum og Grønlandi í hondbólti. Klokkan 19 sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá dystinum í SMS-deildini millum VÍF og H71. Hondbóltsdystirnir verða samsendir við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna. 

 

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.