- Vit hava ikki duga at tikið av møguleikunum, sum hava verið, sum t.d. á Skála ímóti StÍF seinast, staðfestir Teitur Joensen, aftaná hann og liðfelagarnir í KÍF taptu 28-32 (16-18) ímóti VÍF í Kollafirði í kvøld, og harvið er staðfest, at tað verður VÍF, sum møtir H71 í FM-finaluni.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Teit Joensen aftaná tapið ímóti VÍF í kvøld. Teitur Joensen ásannar, at ringa byrjanin gjørdist dýr hjá KÍF. Longu tíðliga í dystinum var VÍF á odda 4-0, og Teitur Joensen heldur, at teir brúktu nógvar kreftir fyri at royna at koma uppá javnt aftur.
Teitur Joensen sigur, at endamálið hjá honum og liðfeløgunum var at betra um endastøðuna í fjør, og tann setningurin er so greiddur, og tað kunnu teir í Kollafirði so finna ein lítlan ugga í.