Tveir dystir í kvinnudeildini í fótbólti vera íkvøld.
KÍ fær vitjan av EBS/Skála. Um tað eydnast heimaliðnum at vinna eitt stig, so verður KÍ meistari. Liðini hittust í Hólmanum á Eiði hóskvøldið. Tá vann EBS/Skála 1-0.
Í Gøtu fær ÍF/Víkingur/B68 vitjan av HB. Bæði liðini hava framvegis møguleika at vinna FM. Tá ið tey hóskvøldið hittust í Gundadali, vann HB 1-0.
Um tað endar javnt í Gøtu, so verður KÍ meistari uttan mun til, hvat úrslitið verður í Klaksvík. Um tað verður ein vinnari í Gøtu, og KÍ einki fær burturúr í dag, so verður FM stríðið ikki avgjørt fyrr enn á síðsta leikdegi, sum verður hósdagin 26. september.
KÍ - EBS/Skála: Jón Tór Baldvinsson kl. 19.30
ÍF/Víkingur/B68 - HB: Tóki Høghamar kl. 18.00
KÍ | 14 | 10 | 1 | 3 | 30 | 11 | 31 |
ÍF/Víkingur/B68 | 15 | 8 | 4 | 3 | 27 | 13 | 28 |
HB | 14 | 8 | 1 | 5 | 45 | 14 | 25 |
EBS/Skála | 14 | 3 | 2 | 9 | 12 | 42 | 11 |
B36 | 15 | 3 | 0 | 12 | 11 | 45 | 9 |