Meðan Neistin bara fekk eitt stig á heimavølli í dag, gagnnýtti KÍF møguleikan at økja um leiðsluna í Atlantic Airways-deildini við at vinna stórt 28-17 á StÍF.
KÍF kom væl frá byrjan og vann sær eina leiðslu, sum teir hildu allan dystin. StÍF rann aftaná eina løtu, men stutt fyri hálvleik setti KÍF ferðina upp og slapp til hálvleiks við einari 13-10-leiðslu.
Í seinna hálvleiki gekk orkan hjá StÍF undan, og KÍF bara økti og økti. Endaliga úrslitið gjørdist 28-17 til KÍF, sum harvið legði enn meiri sjógv niður til hini liðini í deildini.