Tað er ikki nakar spenningur um FM heitið. Tað fer HB at vinna. Men tey, sum fóru í Gundadal í kvøld við vónini um, at FM heitið skuldi feirast í kvøld, fóru til hús uttan at vónin gjørdist til veruleika.
Úrslitið gjørdist 1-1, og harvið vera teir í HB noyddir at bíða inntil sunnudagin, tá ið teir skulu spæla í Fuglafirði.
Sum so mangan fyrr í summar, so stóð AB seg ógvuliga væl, serliga í 2. hálvleiki.
Í botninum var tað merkisvert, at tað eydnaðist KÍ at vinna 1-0 á Svangaskarði. Úrslitið ber við sær, at KÍ framvegis hevur møguleika at bjarga sær undan niðurflyting.
Eftir 2-2 á heimavølli ímóti ÍF er 07 Vestur nú aftast.
Fyri KÍ kom tað væl við, at B36 tapti í Streymnesi. B36 var á odda í hálvleikinum, men EB/Streymur svaraði rudduliga aftur og vann 4-1.
NSÍ vann grannauppgerðina 2-1 ímóti Víkingi. Hetta úrslitið og tey á Svangaskarði og við Margáir bera við sær, at tað er stór kapping um silvurkrónurnar og bronsukrónurnar.
Um alt gongur teimum til vildar, so er møguleiki fyri, at AB kann vinna bronsukrónurnar, men so skal alt laga seg AB til vildar í trimum teimum seinastu umførunum.
Sunnudagin verður botnuppgerð í Klaksvík, og tá fer ikki frítt sperda B36 at fáa vitjan av NSÍ, sum nú hevur møguleika at vinna silvurkrónurnar.
Støðan
HB 49
EB/Streymur 41
B68 39
Víkingur og NSÍ 38
AB 34
ÍF 27
B36 24
KÍ 21
07 Vestur 19
24. umfar
HB-AB 1-1 (1-0)
Dómari: Eiler Rasmussen
1-0: Fróði Benjaminsen 17.
1-1: Alex Mellemgaard 66.
EB/Streymur-B36 4-1 (0-1)
Dómari: Petur Reinert
0-1: Christian R. Mouritsen
1-1: Santos br
2-1: Brian Olsen
3-1: Sorin Anghel 82.
4-1: Arnbjørn Hansen 90.
NSÍ-Víkingur 2-1 (1-0)
Dómari: Ransin Djurhuus
1-0: Christian Høgni Jacobsen
2-0: Christian Høgni Jacobsen
2-1: Atli Gregersen 89.
Reytt kort: Jóhan Troest Davidsen, NSÍ, 12.
07 Vestur-ÍF (2-0)
Dómari: Rúni Gaardbo
1-0: Jens Erik Rasmussen
2-0: Jens Erik Rasmussen
2-1: Øssur Dalbúð 50.
2-2: Dánjal á Lakjuni 83.
B68-KÍ 0-1 (0-1)
Dómari: Dagfinn Olsen
0-1: Hjalgrím Elttør 35.
25. umfar
20. september
B36-NSÍ
AB-EB/Streymur
ÍF-HB
KÍ-07 Vestur
Víkingur-B68