Ivar Sollie Rønning flytur nú er Noregi og til Klaksvíkar at spæla fótbólt.
KÍ skrivar soleiðis í kvøld:
27 ára gamli norðmaðurin hevur í dag skrivað eitt ára sáttmála við KÍ.
Ivar er ein 192 cm høgur áleypari, sum er kendur fyri at gera mál.
Norðmaðurin er føddur í Levanger, har hann eisini spældi tey fyrstu árini, áðrenn hann í 2016 skifti til HamKam í næst bestu norsku deildini. Fyri HamKam spældi hann 77 dystir og skoraði 45 mál.
Í 2019 skifti Ivar til Ranheim, sum spældi í Elituseriuni í Norra. Har spældi hann 37 dystir og skoraði 13 mál.