B36 hevði longu undan seytjanda og næstsíðsta umfarinum vunnið deildina, og í Gøtu náddu B36 menninir enn ein setning, sum teir høvdu sett sær. Setningurin var at skora í hvussu so er eitt hundrað mál, og teir rukku upp á runda talið, tá tað restaðu átta minuttir av næstsíðsta umfarinum. Tað gekk ikki heilt stillisliga fyri seg, tí tá Piddi Johansen hevði skorað, lótu havnarmenninir seg úr troyggjunum, og innanfyri vóru aðrar troyggjur, sum vóru fingnar til vega júst til hetta høvið. Hinir partarnir á vøllinum, dómarin og gøtumenninir vóru varskógvaðir frammanundan, so hetta spældi av í øllum góðum.
Við sannførandi sigrinum á Sandi staðfesti B68, at teir skulu spæla móti næstaftasta liðnum í 2. deild um eitt pláss í næstbestu deildini, men tað verður ikki greitt fyrrenn leygardagin, hvørjum dystirnir skulu spælast ímóti. Tað er tætt í botninum av 2. deild, har Skála, KÍ og EB/Streymur stríðast fyri í fyrstu atløgu at sleppa undan beinleiðis niðurflyting.
ÍF hevði stórt stríð av HB í Gundadali, men tepri sigurin hjá fuglfirðingum hevur við sær, at teir hava vunnið bronsukrónurnar.
HB er flutt niður, og nú bendir alt á, at KÍ, sum størsta partin av árinum annars hevur skikkað sær nógv betri, enn teir hava gjørt fleiri av undanfarnu árunum, skal spæla móti næstbesta liðnum í 4. deild um eitt pláss í deildini.
Klaksvíkingar bóðu næstsíðsta vikuskifti vágamenn um at fáa dystin har vesturi útsettan, og tað gingu vágamenninir við til. Dysturin varð útsettur til mikukvøldið, men tá møtti KÍ ikki, og eftir sum vit hava skilt, so hevur FS Vágar vunnið tey trý stigini. Vágaliðið hevur síðani síðstu støðutalvu gjørt eitt orduligt skarvslop. Teir hava fingið seks stig, eru farnir av 9. og fram á 5. plássið, og teir eru burtur úr øllum vanda fyri niðurflyting.
Fyri næstniðasta plássið er tað av týdningi, at dysturin millum KÍ og TB, sum var útsettur hesa ferð, verður spældur. Liðið, ið endar næstniðast, skal spæla móti AB, sum leygardagin tapti finaluna í 4. deild. B36, sum eina løtu var aftanfyri 3?1, vann 5?3 eftir longda leiktíð og er flutt upp í 3. deild. Møguleikin hjá KÍ at sleppa av næstaftasta plássinum er, at teir vinna útsetta dystin móti TB og so vóna, at ÍF vinnur, tá GÍ kemur at vitja. Tað kann ikki roknast við, at KÍ í síðsta umfarinum fer at fáa nakað frá B36 í Gundadali. Í síðsta umfarinum, sum sambært skipanini skal spælast komandi vikuskifti, verða dystirnir umframt B36?KÍ og ÍF?GÍ B71?VB, B68?HB og TB?FS Vágar.
FS Vágar?VB 3?0 (3?0)
Sambært skipanini skuldi dysturin verið spældur í Vági, men orsaka av at vágbingar ikki vóru í Vágum undan summarfrítíðini, varð dysturin hesa ferð spældur í Vágum.
Heimaliðið hevði undanvind í 1. hálvleiki, og longu tá fyrri parturin av fyrra hálvleikinum var runnin, var støðan 3?0, og so var alt avgjørt. Hans Dánjal Joensen staðfesti heimasigurin við góðum langskoti. Vágbingar, sum næstsíðst vóru um reppið at fáa stig á Toftum, høvdu ikki nógv at bjóða uppá hesa ferð.
HB?ÍF 3?4 (2?2)
Tað var einki at siga til, at fuglfirðingar høvdu roknað við avgreiðslusigri, men soleiðis gekk tað als ikki. HB spældi nógv betri, enn teir hava gjørt fyrr í ár, og tá teir síðstu løtuna við tíggju monnum stríddust fyri at javna (Pætur D. Jacobsen var rikin av vølli fyri klossutan samanstoyt við Emil Toftegaard í ÍF málinum), vóru havnarmenninir óhepnir, tí teir raktu bæði í stólpa og tvørtræ.
Høgni á Lakjuni gjørdist púra leysur og skoraði, tá tveir minuttir vóru farnir, og í 12. minutti skoraði Jógvan Arnfinn Jacobsen, tá hann fluktaði innlegg frá Høgna á Lakjuni í málið. Í minuttinum frammanundan hevði Jákup Danielsen runnið ÍF verjuna av og skorað, og Danielsen maðurin, sum árini frammanundan hevur verið góður í 3. deild hjá HB, men ikki hevur spælt so nógv í ár, var aftur framvið eftir 34 minuttir, tá hann aftur gjørdist leysur av fløtu verjuni og javnaði til 2?2.
Sjey minuttir inn í 2. hálvleik sendi Høgni Zachariassen, sum var komin inn stutt frammanundan, horna úr høgru og til handara stólpa, har Jógvan Arnfinn Jacobsen legði ÍF framum aftur, og tá Jákup Baldvinsson lítla løtu seinni úr fimm metrum økti til 4?2 til ÍF, kundi tað sæð út til, at tað fór at skrædna hjá HB. Men soleiðis gekk tað ikki. Eftir stórt málverjukiks í sambandi við afturlegging minkaði Ransin N. Djurhuus um munin, tá tað restaðu 25 minuttir, og so trýsi HB, men teir fingu einki mál afturat.
GÍ?B36 2?4 (0?2)
Ferðin var einki at reypa av, men bæði liðini løgdu seg eftir at spæla skipaðan fótbólt, og serliga í 2. hálvleiki sást lítið til, at tað er stórur munur á liðunum á støðutalvuni.
GÍ málverjin var ikki serliga heppin í sambandi við fleiri av B36 málunum. Tá Bogi Øster eftir tólv minuttir setti hol á, megnaði hann av baklinjuni at fáa bóltin millum beinini á málverjanum, og tá hann eftir 28 minuttir økti, var tað við lítið kraftarmiklum skoti úr 20 metrum.
Jan Jacobsen kom inn á GÍ liðið beinanvegin eftir steðgin, og hann gjørdi nógv um seg. Seinna umfarið var tríggjar minuttir gamalt, tá hann við góðum langskoti minkaði um munin, Gunnar Nielsen økti eftir 59 minuttir til 3?1, tá skotroyndin hjá honum úr horninum á brotsteiginum tók í ein verjuspælara og snýtti málverjan, Jan Jacobsen minkaði enn eina ferð um munin, tá 73 minuttir vóru farnir, men átta minuttir fyri leiklok slerdi D. P. Johansen sigurin fastan við langskoti, sum fór millum armarnar á málverjanum.
Allan 2. hálvleik spældi B36 við tíggju monnum, tí Steingrímur Funding sá reytt tveir minuttir undan steðginum.
B71?B68 1?5 (0?1)
Tað var ongantíð ivi um, hvat var betra liðið á Sandi, men tað gekk striltið hjá toftamonnum at fáa hol á. Miðskeiðis í 1. hálvleiki sneiddi miðvallarin í vinstru, Arnfinn Olsen, ein av og sendi í handara málhorn. Tvær aðrar ferðir í fyrra umfarinum vóru toftamenn púra blankir, men teir fingu ikki mál, m.a. tí bólturin ta einu ferðina rakti í ein toftamann og fór upp um málið í staðin fyri at fara í málið!
Seinna umfarið gekk skjótari hjá B68. Hangandi miðvallarin, Bogi Petersen, gjørdi skjótt av, tá hann skoraði tvey mál. Báðu ferðirnar sneiddi hann tveir mótstøðumenn av sær. Lusio var aftur hesa ferð á miðvøllinum í vinstru á næstbesta B68 liðnum, hann tóktist trívast væl og staðfesti gott avrik við síðsta málinum.
16. umfar, 15. september
FS Vágar?KÍ (FS Vágar uttan dyst, tí KÍ møtti ikki)
17. umfar, 19. september
FS Vágar?VB 3?0 (3?0)
1?0: Arnjohn Hvítklett
2?0: Heri Hansen
3?0: Hans Dánjal Joensen
HB?ÍF 3?4 (2?2)
0?1: Høgni á Lakjuni
1?1: Jákup Danielsen
1?2: Jógvan Arnfinn Jacobsen
2?2: Jákup Danielsen
2?3: Jógvan Arnfinn Jacobsen
2?4: Jákup Baldvinsson
3?4: Ransin N. Djurhuus
GÍ?B36 2?4 (0?2)
0?1: Bogi Øster
0?2: Bogi Øster
1?2: Jan Jacobsen
1?3: Gunnar Nielsen
2?3: Jan Jacobsen
2?4: Dánial P. Johansen
KÍ?TB útsettur
B71?B68 1?5 (0?1)
0?1: Arnfinn Olsen
0?2: Bogi Petersen
0?3: Bogi Petersen
0?4: Oddmar Andreasen br
1?4: Mourits Viderø
1?5: Lusio
Støðan
B361716-0-1100-2748
B681713-2-2 57-2441
ÍF1712-1-4 69-3237
B71179-0-8 53-4327
FSV176-2-9 29-5720
VB176-1-10 30-5119
TB166-0-10 45-8718
GÍ175-2-10 51-5517
KÍ165-0-11 54-6915
HB172-0-15 32-84 6
Málskjúttar
Dánial P. Johansen, B3613
Tórolvur Poulsen, B3613
Gunnar Nielsen, B3612
Jónsvein Thomsen, B7112
Heini Heinason, GÍ12
Bárður Olsen, B3611
Bárður á Lakjuni, ÍF11
Sørin Petersen, KÍ11
Egil Steintórsson, TB10
John Petersen, GÍ9
Jón Simonsen, KÍ9
Sigfríður Clementsen, B368
Jón Hardley, B368
Høgni á Lakjuni, ÍF8
Súni Fríði Johannesen, HB7
Ken Bærendsen, ÍF7
Jógvan Arnfinn Jacobsen, ÍF7
Kristian Poulsen, B686
Ronnie Svalbard, B686
Eyðun Samuelsen, ÍF6
Egil Zachariasen, B365
Oddmar Andreasen, B685
Jákup Helgi Egholm, ÍF5
Hergeir Eldevig, ÍF5
John Thomsen, ÍF5
Júst Johannesen, TB5
Bárður Anthoniussen, B364
Hallur Johannesen, B364
Áki Mørk, B364
Hans Erik Danielsen, B684
Arnfinn Olsen, B684
Jóhannes Petersen, B684
Símun Jensen, B714
Allan Simonsen, B714
Leivur Trondesen, B714
Arnjohn Hvítklett, FSV4
Magnus Simonsen, FSV4
Jan Jacobsen, GÍ4
Hans Pauli Petersen, GÍ4
Jóhannes Petersen, GÍ4
Vagnur Mohr Mortensen, HB4
Rúni Elttør, KÍ4
Eyðun Gullok Svalbard, TB4
Mikael í Lágabø, VB4
Dánjal á Neystabø, B363
Ragnar Poulsen, B363
Bjarni Prior, B363
Rógvi Fossdalsá, B683
Mannbjørn Nesá, B683
Hansmar Poulsen, B683
Antines Magnussen, B713
Mourits Viderø, B713
Robert Bernhardsson, FSV3
Eyðfinn Fjalsbak, FSV3
Heri Hansen, FSV3
Tummas Magnussen, GÍ3
Ransin N. Djurhuus, HB3
Bárður Mikkelsen, HB3
Hjalgrím Elttør, KÍ3
Pætur við Keldu, KÍ3
Rani Sigurðsson, KÍ 3
Bárður Dimon, TB3
Hans Jákup Hjelm, VB3
Bergur Winther, VB3
Bogi Øster, B362
Aksel Højgaard, B682
Lusio, B682
Bogi Petersen, B682
Petur Thomsen, B682
Jón Brekku, B712
Virgar Hentze, B712
Torbjørn Jensen, B712
Kristian Nielsen, B712
Rúni Mohr, B712
Georg Haraldsen, FSV2
Birgir Joensen, FSV2
Kim Poulsen, FSV2
Moises Felipé, GÍ2
Leivur Hansen, GÍ2
Bogi Jacobsen, GÍ2
Jákup Danielsen, HB2
Kristian Jensen, HB2
Jákup Baldvinsson, ÍF2
Mortan Thomsen, ÍF2
Gunnleivur Biskupsstøð, KÍ2
Erling Fles, KÍ2
John Havn, KÍ2
Niclas Niclassen, KÍ2
Ove Nysted, KÍ2
Hallur Christiansen, TB2
Poul F. Joensen, TB2
Oluf Mortensen, TB2
Ragnar Nolsøe, TB2
Niels Gunnar Petersen, TB2
Teitur Rasmussen, TB2
Kaj Roest, TB2
Elian Hansen, VB2
Jógvan Páll Krosslá, VB2
Tom Villy Magnussen, VB2
Birgir Nielsen, VB2
Tummas Richardt, VB2
Regin Didriksen, B361
Herbert í Lon Jacobsen, B361
Niels Joensen, B361
Karl Leonsson, B361
Tróndur Vatnhamar, B361
Steinar Hansen, B681
Olaf Højgaard, B681
Allan Joensen, B681
Oleif Joensen, B681
Jákup Olsen, B681
Janus Thomsen, B681
Jónsvein Bærentsen, B711
Róin Clementsen, B711
Martin Drangberg, B711
Símun Hansen, B711
Schønning Hentze, B711
Jóhannes Jensen, B711
Henrik Juul, B711
Páll á Reynatúgvu, B711
Jón í Soylu, B711
Kristoffur Vidtfeldt, B711
Eyðfinn Davidsen, FSV1
Sjúrður Ellefsen, FSV1
Eyðfinn Fjalsbak, FSV1
Birgir Hansen, FSV1
Búgvi Joensen, FSV1
Hans Dánjal Joensen, FSV1
Ingi Joensen, FSV1
Sonni Johansen, FSV1
Petur Niclasen, FSV1
Torkil Nielsen, FSV1
Egil Petersen, FSV1
Magnus Dalbø, GÍ1
Osbjørn Jacobsen, GÍ1
Alvi Justinussen, GÍ1
Hans J. á Líknargøtu, GÍ1
Petur Páll Mikkelsen, GÍ1
Kim Petersen, GÍ1
Kristian Werlo, GÍ1
Árni Arge, HB1
Rani Christiansen, HB1
Magni Hansen, HB1
Gunnar Justinussen, HB1
Marni Mortensen, HB1
Egil Olson, HB1
Tóri Slættalíð, HB1
Hávard í Stórustovu, HB1
Sigfríður Abrahamsen, ÍF1
Robert Ciweleski, ÍF1
Bogi Lervig, ÍF1
Petur Larsen, ÍF1
Hjalti Lundsbjerg, ÍF1
Árni Petersen, ÍF1
Janus Petersen, ÍF1
Bárður Andreassen, KÍ1
Finn Baldvinsson, KÍ1
Hans M. Christinsen, KÍ1
Eyðun Kjølbro, KÍ1
Helmar Lassen, KÍ1
Oddmar Petersen, KÍ1
Torleif Eyðun Petersen, KÍ1
Allan Poulsen, KÍ1
Jan Albinus, TB1
André Dalfoss, TB1
Just Johannesen, TB1
Tórður Jacobsen, TB1
Petur O. Joensen, TB1
Magni Petersen, TB1
Helgi Strøm, TB1
Olivur Abrahamsen, VB1
Hans Pauli Dahl, VB1
Dan Djurhuus, VB1
John Eystberg, VB1
Jón Gærdbo, VB1
Niclas Ludvig, VB1
Bárður Nielsen, VB1
Atli Poulsen, VB1
Marner Richardt, VB1
Hjarnar Vágfjall, VB1
sjálvmál8