KÍ liggur væl á gullkósini

1.DEILD: Seks stig í hesi vikuni bera við sær, at klaksvíkingar nú eru níggju stig undan fremsta avbjóðaranum

Fyrra fótbóltsíslettið á Summarfestivalinum spældi væl av hjá klaksvíkingum.

Fríggjakvøldið verður seinni festivaldysturin, tá ið KÍ og HB bresta saman.

 

Í kvøld var næstbesta NSÍ liðið gestur í Klaksvík, og gestirnir noyddust til hús aftur við 2-1 tapi.

Sigurin ber við sær, at KÍ í hesi vikuni hevur vunnið seks stig.

Í fyrra førinum var tað 2-1 tapið á útivølli ímóti Suðringum 30. juni, sum er broytt til 3-0 sigur, tí mótstøðuliðið sambært FSF niðurstøðuni brúkti ólógligan spælara.

 

Í seinna førinum var í kvøld talan um javna og intensa uppgerð millum tvey væl mannað lið.

Á KÍ liðnum var Meinhardt P. Joensen málverji, Sørmundur Kalsø, sum inntil fyri einum ári síðani, tá ið hann fór av landinum í lestrarørindum, var fastur høgri vongverji, var miðverji, Hjalgrím Elttør var fremsti maður, og aðrir á vøllinum vóru Kristoffur Jakobsen, sum vrð skiftur út, og Óli Eyðsteinsson Poulsen, sum varð skiftur inn.

 

Hjá NSÍ var Jóhan Troest Davidsen miðverji, og Einar Tróndargjógv, Jann Martin Mortensen, Mórits Heini Mortensen, Magnus H. Olsen og Jann Benjaminsen vóru aðrir millum teir fyrstu ellivu. Millum innskiftararnar var Andri Benjaminsen.

 

Jann Benjaminsen legði NSÍ á odda longu í níggjunda minutti, og Eivin Sørensen javnaði fyri KÍ miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

Tað var javnt, inntil tað restaðu tveir minuttir. Tá var tað Óli Eyðsteinsson Poulsen, ið varð skiftur inn fyri Kristoffur Jakobsen, tá ið ein hálvur tími var farin, sum skoraði KÍ sigursmálið.

 

KÍ er topplið við 45 stigum, ÍF er næstfremst við 36 stigum, og NSÍ er á triðja plássi við 33 stigum. B68 er á fjórða plássi við 32 atigum.

Meðan KÍ og NSÍ hava spælt átjan dystir, so hava ÍF og B68 spælt seytjan dystir.

B68 hevur fríggjakvøldið á heimavølli ímóti Suðringum møguleika at vinna seg á uppflytingarpláss. Tann dysturin verður klokkan 18.

ÍF fær leygardagin klokkan 15 vitjan av Víkingi.