Sermitsiaq skrivar, at nógvastaðni í Norðurgrønlandi er veiðan eftir náhvali og hvíthvali - ella hvítfiski sum tað eitur í føroysku orðabókini - vorðin uttan eftirlit.
Sagt verður, at á slíkum veiðiferðum kunnu kúlurnar flúgva kring um jollurnar, sum verða brúktar í hesi veiði, og her er talan um rættiliga kraftmikil skot.
Tí fara fleiri á hesar veiðiferðir við lívinum sum íløgu.
Bæði KNAPK, sum er meginfelag fyri fiski-og veiðimenn í Grønlandi og kommunalpolitikarar í Avannaata kommunu, halda, at hesin veiðimentalitetur nú má halda uppat.
Fleiri fiski-og veiðimenn siga, at seinnu árini er veiðimentanin broytt, tá ræður um veiði eftir náhvali og hvíthvali í Norðurgrønlandi.
Eftirspurningurin eftir tvøsti og tí, sum grønlendingar rópa mattak úr náhvali og hvíthvali, er stórur um alt Grønland.
- Tí hevur henda veiða eisini stóran fíggjarligan týdning fyri veiðimenn, har kiloprísurin á mattak kemur heilt upp í 275 krónur.
Sermitsiaq vísir á, at tá eftirspurningurin er so stórur, hava veiðimenn eisini áhuga í at lata so nógv skot av sum gjørligt fyri at fáa fatur á hesum hvalum.
- Umframt, at kúlurnar kunnu flúgva um jollurnar, er tað eisini hent, at jollurnar sigla á hvørja aðra á slíkum ferðum, skrivar heimasíðan.
Nú er so semja um, at hesin íkomni mentalitetur, har so nógv verður lagt fyri í royndini at fáa fatur á náhvali og hvíthvali, skal halda upp at, áðrenn veiðan kostar mannalív.