KÍ misti á stokkinum

Kvinnur: NSÍ javnaði í evstu løtu og styrkti um sína støðu í kappingini um silvurkrónurnar

KÍ endurvann fyri einari viku síðani FM heitið. Í dag vóru nýklæktu meistararnir í Runavík og spældu ímóti NSÍ, sum  kappast fyri at vinna silvurkrónurnar.

Fyri fyrstu ferð í ár eydnaðist tað ikki teimum úr Klaksvík at vinna fulla úrtøku. Úrslitið var 2-2 eftir hálvleiksstøðuna 1-1.

Tíðin var um at vera farin, tá ið KÍ legði seg framum 2-1. Malena Olsen skoraði eftir hornaspark í vinstru og sending frá Malenu Josephsen.

Tá hevði KÍ í einar tíggju minuttir havt yvirvág og stríðst fyri at skora sigursmálið. Tvær ferðir var bólturin á tvørtrænum, og einaferð var Rannvá B. Andreasen í góðari støðu, tá ið hon stakk bóltin framvið málverjanum, men tað eydnaðist henni ikki aftur at fáa fatur á bóltinum.

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, hevði KÍ bóltin fleiri ferðir frammarlaga, og í fleiri førum varð roynt at draga tíðina út. Tríggjar ferðir var NSÍ framvið, og í triðja førinum bríkslaði dómarin fyri brotssparki, sum Rúna Olsen umsetti til mál og 2-2, tá ið hon sendi bóltin dygst úti við stólparótina.

KÍ gav bóltin upp, og so bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð. Tað sást væl, at tað var NSÍ, sum hevði vunnið eitt stig, og at meistararnir høvdu tapt tvey stig – tey fyrstu í ár.

Tá ið eitt lítið korter var farið, legði Dania Olsen NSÍ á odda 1-0. Margunn Lindholm átti uppleggið.

Ein minutt undan steðginum javnaði aftasti skansi hjá KÍ, Ragna Patawary eftir upplegg frá Duritu Hummeland.

KÍ hevði tíggju royndir á NSÍ málið, og heimaliðið hevði tríggjar royndir á KÍ málið. Fýra ferðir sendu tær bláu bóltin framvið málið hjá NSÍ, og seks ferðir sendu tær gulu bóltin framvið málið hjá KÍ. NSÍ hevði eitt hornaspark, og KÍ hevði trý hornaspørk.

Hóskvøldið fer KÍ fyri fyrstu ferð at spæla á heimavølli, síðani FM heitið varð veruleiki. Tá verður ÍVB gestur í Klaksvík. Hóskvøldið fer NSÍ at spæla á útivølli ímóti HB.

ÍVB vann 1-0 á útivølli ímóti EBS/Skála. Sigursmálið skoraði Mona Rasmusdóttir, tá ið ein lítil tími var farin. Sigurin ber við sær, at ÍVB hevur 16 stig og er tvey stig frá NSÍ og silvurplássinum.

Í dag vann B36 grannauppgerðina 2-1 ímóti HB. Úrslitið ber við sær, at bæði liðini í Gundadali hava 14 stig. B36 fyri 13 dystir, og HB fyri 14 dystir. Hóskvøldið fær B36 vitjan av EBS/Skála.

B36 var frammanfyri 2-0, inntil tað restaðu sjey minuttir. Tá minkaði Elin Maria Isaksen við brotssparki um munin til 2-1.

Bæði B36 málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Liðformaðurin Olga Kristina Hansen setti hol á longu í fjórða minutti. Tá átti Emma Hansdóttir uppleggið.

Ein hálvan tíma seinni økti Bára Isaksen um munin til 2-0.

Tølini siga, at B36 var leikliga omaná. B36 hevði seks hornaspørk, og HB hevði trý hornaspørk. B36 hevði sjey royndir á HB málið, og HB hevði tríggjar royndir á B36 málið.