KÍ og B36 trý finalupláss

Tá unglingarnir hjá B36 í kvøld vunnu tryggan 5-1 sigur í Fuglafirði móti ÍF, var somuleiðis greitt, at árstalsfelagið eigur trý lið í steypafinaluni í ár. Framman undan hava dreingjaliðið og Formulaliðið vissa sær pláss í finalunum. Unglingarnir hjá KÍ vunnu mánakvøldið hálvfinaluna í Streymnesi móti EB/Streymi. Hetta var triðja árið upp í slag, at KÍ eigur pláss í steypafinaluni hjá unglingum.Gentur 14-17 og smágenturnar hjá KÍ hava eisini vunnið seg í finalurnar.