KÍ og HB eru fremst

Mest vinnandi feløgini í føroyskum fótbólti, HB og KÍ, eru oddalið, nú fýra umfør eru spæld í bestu fótbóltsdeildini. Føroyameistararnir úr EB/Streymi taptu aftur seinnapartin, og TB stríddi seg heldur óvæntað til eitt stig í Gundadali.

 

Fimm dystir vóru avgreiddir seinnapartin.

 

Í Sarpugerði var tað fremst av øllum neyvleikin, sum skilti Víking og EB/Streym. Víkingur vann 3-0. Kaj Leo í Bartalstovu, Bárður Hansen og Filip Djordjevic skutu málini.

Liðini løgdu ikki stórvegis fyri í álopsspælinum fyri hvíldina. Bæði Finnur Justinussen og Arnbjørn Hansen, sum hava verið millum vandamestu framherjarnar í føroysku kappingini, vóru ikki serliga eyðsýndir.

Tað var eftir einmansavrik, at Kaj Leo í Bartalstovu sendi heimaliðið á sigurskós. Hann var staddur áraka brotsteigarmarkið, tá hann við høgra beininum smekkaði bóltin upp í málhornið.

Sundalagsmenn spældu uttan René Tórgarð, sum sat millum áskoðararnar við skaða. Jákup Andrias Hansen loysti hann av. Málverjin skuldi helst havt vart fyri skotroyndini, tá Bárður Hansen økti til 2-0. Tað var eftir langskot, at málið kom.

EB/Streymur er undir trýsti nú. Føroyameistararnir hava bara trý stig fyri fýra dystir, og tann úrtøkan er ikki nøktandi. Sundalagsmenn høvdu nógvar upplagdar kjansir at koma á máltalvuna seinastu minuttirnar, men í fimm førum misnýttu teir.

 

Tað var heldur óvæntað, at TB stríddi seg til eitt stig í Gundadali. Í B36-húsinum vóru tey ikki nøgd við, at tað ikki eydnaðist at fáa fulla úrtøku. Úrslitið var 1-1.

B36 var skert hesaferð. Lukasz Cieslewicz, Høgni Eysturoy og Lawal vóru ikki tøkir vegna skaða. Tað var heldur ikki stórvegis bit í álopsspælinum hjá heimaliðnum. Ein orsøk var, at gestirnir av Tvøroyri stríddust sera væl og góvu heimamonnunum lítið pláss at spæla á.

Tað var eftir hvíldina, at TB spenti sær álopsbogan. Tá høvdu gestirnir meira dirvi at bjóða av. Tað var tó eftir eitt mistak í B36-verjuni, at TB kom á odda. Poul Ingason kom tá at standa einsamallur við Tórð Thomsen, og einsamallur við málverjan skoraði framherjin.

B36 svaraði aftur, tá fimm minuttir restaðu í. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki eftir hornaspark, og úr ellivu metrum var Jákup á Borg tryggur. Nærri kom heimaliðið ikki.

 

Í Sørvági, har 07 Vestur og NSÍ spældu, var úrslitið 1-1. Tað var í evstu løtu, at vágamenn javnaðu. Tá var Ibrahima Camara á blettinum. Úrslitið kom dátt við hjá runavíkingum, sum høvdu betri uppiborið. Teir vóru meira á bóltinum og kundu í fleiri førum havt økt um leiðsluna, sum Pól Jóhannus Justinussen gav teimum eftir steðgin.

 

Avrikið hjá KÍ var lítið sannførandi fyrstu 45 minuttirnar, tá klaksvíkingar vitjaðu á Argjum. Eftir hvíldina var kortini eingin ivi, og gestirnir skutu trý mál. Úrslitið var 3-1.

Ahmed Keita legði AB á odda eftir bara sjey minuttum. Framherjin var ein støðug hóttan í fyrra hálvleiki, og hann og liðfelagarnir kundu við meira neyvleika verið á odda við tveimum ella trimum málum í hálvleikinum.

Páll Guðlaugsson, venjari hjá KÍ, hevur allarhelst tosað við stórum bókstavum í steðginum. Klaksvíkingar vóru mest sum hamskiftir í seinna hálvleiki og skjótt vóru teir á odda. Fyrst javnaði Álvur Christiansen, áðrenn Atli Danielsen skeyt KÍ á sigurskós við brotssparki. Tá tríggir minuttir restaðu í økti innskifti Ivan Joensen um munin.

 

Tað var uppiborið, at HB vann 2-0 í Fuglafirði seinnapartin. Málskjúttar vóru Símun Samuelsen, sum skoraði við brotssparki, og Kristin R. Mouritsen. Tað var miðskeiðis í seinna hálvleiki, at gestirnir komu á odda, og eftir tað høvdu gestirnir fult tamarhald á støðuni.

 

Úrslitini í dag:

 

Víkingur - EB/Streymur 3-0 (1-0)

1-0: Kaj Leo í Bartalstovu

2-0: Bárður Hansen

3-0: Filip Djordjevic

 

B36 - TB 1-1 (0-0)

0-1: Poul Ingason

1-1: Jákup á Borg, brts.

 

07 Vestur - NSÍ 1-1 (0-0)

0-1: Pól Jóhannus Justinussen

1-1: Ibrahima Camara

 

AB - KÍ 1-3 (1-0)

1-0: Ahmed Keita

1-1: Álvur Christiansen

1-2: Atli Danielsen, brts.

1-3: Ivan Joensen

 

ÍF - HB 0-2 (0-0)

0-1: Símun Samuelsen, brts.

0-2: Kristin R. Mouritsen

 

----------------------------------------------------------------------------------------------------

 

ÍF – HB 0-2 (0-0)

Í Fløtugerði, Fuglafjørður

0-1: Símun Samuelsen, brts.

0-2: Kristin R. Mouritsen

 

ÍF: Jákup Mikkelsen - Leivur Joensen, Poul Mikkelsen, Bogi Reinert Petersen, Jan Ellingsgaard - Hanus Thorleifsson, Nenad Saric, Høgni Madsen, Ari Ellingsgaard - Øssur Dalbú, Clayton Soares

HB: Teitur Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Alex José dos Santos - Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Bárður Olsen, Símun Samuelsen - Kristin R. Mouritsen - Andrew av Fløtum

 

94 Dysturin er liðugur. HB vann 2-0.

90 Jógvan Rói Davidsen er vístur av vølli. Hann fekk nú sítt seinna gula kort.

85 Tað er einki, sum bendir á, at ÍF fer at svara aftur seinastu løtuna. HB hevur tamarhald á støðuni.

80 MÁL! 0-2! Tað var eftir innlegg úr vinstru, at fuglfirðingar ikki ansaðu Kristin R. Mouritsen, sum stýrdi bóltin í netið.

72 Bólturin ferðast fyri tað mesta á miðvøllinum nú, fáir málmøguleikar eru.

65 HB hevur skift út. Heini Vatnsdal, sum spælir sín fyrsta skrásetta dyst fyri HB, hevur loyst málskjúttan Símun Samuelsen av.

63 MÁL! 0-1! Símun Samuelsen var tryggur úr ellivu metrum.

62 Brotsspark til HB. Fróði Benjaminsen fór um koll í feltinum, og dómarin ivaðist ikki.

58 Tað er ÍF, sum er meira á bóltinum, men eingin upplagdur møguleiki hevur verið.

46 Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

47 Hálvleikur í Fuglafirði.

35 Tað er HB, sum er omaná, men enn er Jákup Mikkelsen ikki settur undir trýst.

30 HB hevur framt sína fyrstu útskifting. Alex José dos Santos er farin av vøllinum við skaða. Pál Mohr Joensen hevur loyst hann av.

24 Clayton Soares var nær við at leggja ÍF á odda. Øssur Dalbúð sendi innfyri úr høgru, og framherjin var fyrstur á bóltinum, sum fór beint framvið málinum. Hetta var fyrsta veruliga málroyndin í hesum dystinum.

16 Tað stendur á jøvnum í bæði spæli og málum. Enn hevur eingin stórvegis kjansur verið.

7 ÍF spælir uttan Bartal Eliasen, sum er staddur uttanlands, og Høgna Zachariasen, sum er sjúkur. Bogi Reinert Petersen spælir tí í miðverjuni hjá ÍF í dag. Verjan hjá fuglfirðingum, sum Leivur Joensen, Poul Mikkelsen, Bogi Reinert Petersen og Jan Ellingsgaard manna, er heldur óroynd.

1 Dysturin er byrjaður.

 

Undan dystinum:

 

ÍF er oddalið í bestu fótbóltsdeildini. Úrtøkan hevur verið betri, enn nakar hevði væntað áðrenn. Í tveimum førum er sigursmálið komið í seinastu minuttunum, tað var á heimavølli ímóti AB, og á útivølli ímóti EB/Streymi. Hósdagin vunnu fuglfirðingar uppiborið, tá 07 Vestur vitjaði í Fløtugerði.

Enn er so stutt fráliðið, at tað ber illa til at tosa um oddadystir. Men tað eru tvey av liðunum, sum hava lagt væl frá landi, sum bresta saman í Fuglafirði seinnapartin.

HB hevur sjey stig fyri tríggjar dystir. Høvuðsstaðarliðið var ikki sannførandi í grannadystinum ímóti B36 í fyrsta umfari, men síðan hevur eingin slingur verið í valsinum.

Tað eru í øllum førum tvey lið, sum eru væl uppløgd, ið spæla í Fuglafirði í dag.

 

----------------------------------------------------------------------------------------------------

 

AB – KÍ 1-3 (1-0)

Í Vika, Argir

1-0: Ahmed Keita

1-1: Álvur Christiansen

1-2: Atli Danielsen, brts.

1-3: Ivan Joensen

 

AB: Símun Rógvi Hansen - Martin Midjord, Leivur Holm Joensen, Morten Overgaard, Beinir Ellefsen - Jónas Stenberg, Sorin Anghel, Jobin Drangastein, Bjartur Kjærbo - Mikkjal T. Hentze - Ahmed Keita

KÍ: Meinhardt Joensen - Gunnar Christiansen, Odmar Marsten, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni - Kristoffur Jakobsen, Atli Danielsen, Henry Heinesen, Hjalgrím Elttør - Álvur Christiansen - Páll Klettskarð

 

94 Dysturin er liðugur. KÍ vann 3-1.

87 MÁL! 1-3! Nú er eingin ivi um, at klaksvíkingar fáa øll stigini við sær norður til Klaksvíkar. Hjalgrím Elttør fór til baklinjuna og sendi innfyri, har Ivan Joensen var staddur. Hann smekkaði bóltin í netið, og Símun Rógvi Hansen hevði ongan møguleika at verja fyri.

83 Í tveimum førum var KÍ sera nær við at økja um leiðsluna. Fyrst var Páll Klettskarð einsamallur við Símun Rógva Hansen, og málverjin fekk hondina á skotroyndina. Heðin Klakstein var fyrstur á bóltinum, men hann stútaði í stongina.

70 Ein risastórur møguleiki til KÍ. Tað var eftir snarálop, at gestirnir misnýttu upplagdan møguleika fáar metrar frá málinum.

68 Gunnar Christiansen, KÍ, var nær við eftir innlegg, hann stútaði bóltin ímóti málinum, men Símun Rógvi Hansen stórbjargaði.

66 KÍ spenti álopsbogan beinanvegin í seinna hálvleiki, og tað gav úrslit. Nú klaksvíkingar hava tikið leiðsluna er trýstið hæsað av, og AB, sum var undir trýsti, er um at koma fyri seg.

65 Petur Reinert, dómari, noyddist at gevast, tí hann fekk skaða. Fjórði dómarin Jóan Petur Michelsen er tískil dómari á Argjum nú.

61 MÁL! 2-1! Atli Danielsen hevur lagt KÍ á odda. Símun Rógvi Hansen fekk hondina á brotssparkið, men umvegis stongina fór bólturin í málið.

61 Brotsspark til KÍ. Ein argjamaður tók bóltin við hondini inni í brotsteiginum, og Petur Reinert, dómari, ivaðist ikki.

58 MÁL! 1-1! Tað var eftir hornaspark, at klaksvíkingar stútaðu á tvørtræið, áðrenn Álvur Christiansen trýsti bóltin seinastu sentimetrarnar inn um málstrikuna.

55 Tað er KÍ, sum er meira á bóltinum, men enn hevur eingin stórvegis málmøguleiki verið.

49 Klaksvíkingar hava lagt bragdliga fyri í seinna hálvleiki og hava søkt at málinum hjá AB.

46 Seinni hálvleikur er byrjaður. KÍ hevur framt tvær útskiftingar í steðginum. Bæði Ivan Joensen og Johan Jacobsen eru komnir á vøllin.

 

47 Hálvleikur á Argjum. Støðan er 1-0. Tað er uppiborið, at AB er á odda. Argjamenn hava verið nærri at økt um leiðsluna, enn klaksvíkingar hava verið at svara aftur.

40 Nú var Keita nær við at økja um leiðsluna. Tað var eftir innlegg, at hann setti høvdið undir bóltin, men Meinhardt Joensen bjargaði væl.

36 Leikgongdin er tann sama. Tað er heimaliðið, sum er meira á bóltinum, hóast klaksvíkingar tykjast leggja meira fyri í álopsspælinum nú.

28 Leikliga hevur AB verið omaná higartil, og grammu argjamenn hava havt onkra atsókn at málinum hjá KÍ afturat. Tað er uppiborið, at AB er á odda. Málskjúttin Ahmed Keita er væl upplagdur.

20 Fáir málkjansir á Argjum higartil.

15 Tað er AB, sum hevur verið omaná fyrstu løtuna. Klaksvíkingar hava fyri tað mesta roynt at vart.

7 MÁL! 1-0! Ahmed Keita hevur lagt AB á odda á Argjum. Tað var eftir verjumistak, at Keita kom í góða skotstøðu. Framherjin var einsamallur við Meinhardt Joensen, tá hann sendi bóltin í málið.

1 Dysturin er byrjaður.

 

Undan dystinum:

 

Enn er tað alt, sum bendir á, at argjamenn fara at stríðast millum teir niðastu í hesum kappingarárinum. Uppflytararnir av Argjum hava enn ikki vunnið sær nakað stig. Hósdagin vardu teir seg væl ímóti Víkingur, men tað rakk ikki til stig. Í dag ger AB enn eina roynd, hesaferð vitjar KÍ í Vika.

Hóast truplu byrjanina er venjarin Sámal Erik Hentze bjartskygdur.

- Eg síggi ljóst upp á tað. Enn eru bara tríggir dystir spældir, og vit hava spælt tveir á útivølli. Tað sær ikki nossligt út á stigatalvuni, at vit hava enn einki stig, men vit skulu nokk fáa nøkur stig í komandi dystunum. Tað er á heimavølli, at vit skulu fáa stigini, sigur hann við heimasíðuna hjá AB.

 

----------------------------------------------------------------------------------------------------

 

B36 – TB 1-1 (0-0)

Gundadalur, Tórshavn

0-1: Poul Ingason

1-1: Jákup á Borg, brts.

 

B36: Tórður Thomsen - Benjamin Heinesen, Martin Pedersen, Hørður Askham, Símun Joensen - Høgni Midjord, Niels Joensen, Róaldur Jacobsen, Gilli Sørensen - Súni Olsen, Jákup á Borg

TB:

 

95 Dysturin er liðugur. Úrslitið var 1-1.

90 Tað er B36, sum roynir at trýsta nú, men gestirnir smæðast ikki burtur.

84 MÁL! 1-1! Jákup á Borg hevur javnað í Gundadali. Framherjin var tryggur úr ellivu metrum.

83 Brotsspark til B36.

75 Gestirnir hava verið munandi meira ágrýtnir í seinna hálvleiki. TB-liðið flutti seg nakrar metrar longur fram á vøllin eftir steðgin, og tann loysnin tykist hava riggað.

72 MÁL! 0-1! TB er á odda í Gundadali. Tað var eftir misskiljing í B36-verjuni, at Poul Ingason var einsamallur við Tórður Thomsen. Framherjin hevur sent TB á sigurskós.

58 Gestirnir eru meira ágrýtnir nú og eru meira á bóltinum, sammett við fyrra hálvleik, men málverjarnir hava ikki havt stórvegis at gjørt eftir steðgin.

55 B36 hevur havt bóltin í málinum hjá TB, men talan var um rangstøðu.

46 Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

46 Hálvleikur í Gundadali, enn er málleyst.

42 Tað er B36, sum er meira á bóltinum í Gundadali, men heimaliðið hevur ikki spælt seg til stórvegis møguleika. Einu ferðina sendu vertirnir í tvørtræið, men málmaðurin tóktist hava tamarhald á støðuni tá.

28 TB hevur havt størstan møguleikan higartil. Tað var eftir snarálop, at gestirnir sendu bóltin í tvørtræið.

20 Tað er B36, sum er meira á bóltinum í Gundadali, men málkjansirnir eru fáir.

10 Súni Olsen hevur havt fyrstu skotroyndina. Tað var eftir hornaspark, at hann smekkaði til, men málverjin hjá TB varð ikki settur undir veruligt trýst.

6 B36 hevur verið meira á bóltinum fyrstu løtuna.

1 Dysturin er byrjaður. 16 ára gamli Benjamin Heinesen er á fyrsta sinni við frá byrjan hjá B36. Hann loysir Høgna Eysturoy av sum vongverji í høgru, sum situr uttan fyri við skaða.

 

Undan dystinum:

 

Fótbóltsmenninir hjá B36 eru skerdir, nú TB vitjar í Gundadali seinnapartin. Hvørki Lukasz Cieslewicz ella Høgni Eysturoy eru í hópinum. Teir fóru báðir av vøllinum við skaða, tá havnarliðið spældi í Klaksvík hósdagin. Spurningurin er, hvussu venjarin Mikkjal Thomassen fer at blanda sær kortini hesaferð. Seinast spældu bæði Súni Olsen og Jákup á Borg leiklutin sum vongverji í høgru. Heini í Skorini og Niels Joensen vóru innskiftir tá, og líkt er til, at annar av teimum verður við frá byrjan hesaferð.

Upphavsstøðið var verjukent, tá TB fekk sítt fyrsta stig í hesum kappingarárinum. Tað var við Stórá í Trongisvági hósdagin, tá NSÍ vitjaði. Leisturin verður helst tann sami í Gundadali í dag. Uppgávan hjá TB verður at geva mótspælarunum lítið pláss at spæla á. Stríðshugurin hevur fyrr borið langt hjá teimum.

 

----------------------------------------------------------------------------------------------------

 

VÍKINGUR – EB/STREYMUR 3-0 (1-0)

Í Sarpugerði, Norðragøta

1-0: Kaj Leo í Bartalstovu

2-0: Bárður Hansen

3-0: Filip Djordjevic

 

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Hans Jørgen Djurhuus, Heðin Hansen, Jann Ingi Petersen - Hjartvard Hansen, Finnur Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu

EB/Streymur: Jákup Andrias Hansen - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Rógvi Egilstoft Nielsen, Árni G. Olsen - Leif Niclasen, Brian Olsen, Pætur Dam Jacobsen, Hans Pauli Samuelsen - Niels Pauli Danielsen - Arnbjørn Hansen

 

93 Dysturin er liðugur. Víkingur vann 3-0.

85 EB/Streymur hevur havt fleiri upplagdar málmøguleikar seinastu løtuna. Talan er um risastórar møguleikar. Víkingur tykist hava slakað av, og gestirnir hava nú munandi meira pláss at spæla á.

82 Sundalagsmenn tykjast illa upplagdir nú. Teir hava havt lítið at bjóða, og meistaraspælið, teir sýndu í fjør, er langt burtur.

78 MÁL! 3-0! Filip Djordjevic er eisini komin á máltalvuna. EB/Streymur verður eyðmýkt í løtuni.

58 MÁL! 2-0! Bárður Hansen hevur økt um leiðsluna. Hann smekkaði til úr gott og væl 25 metrum, og bólturin fór í málið. Jákup Andrias Hansen, málverji hjá EB/Streymi, sá ikki serliga sannførandi út.

46 Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

47 Hálvleikur í Norðragøtu.

44 Enn eru fáir kjansir í Norðragøtu. Arnbjørn Hansen og Finnur Justinussen hava ikki verið serliga eyðsýndir.

42 Víkingur hevði bóltin í málinum hjá EB/Streymi nú, men Hans Jørgen Djurhuus var rangstaddur. Tað var eftir frísparksinnlegg, at miðvallarin stýrdi bóltin í netið við høvdinum.

30 Tað er í tráð við leikgongdina, at Víkingur er á odda. Heimaliðið hevur verið meira á bóltinum enn gestirnir.

26 MÁL! 1-0! Tað var eftir frálíkt einmansavrik, at Kaj Leo í Bartalstovu sendi Víking á sigurskós. Hann var staddur á brotsteigarmarkinum, tá hann sendi bóltin upp í málhornið.

20 Víkingur hevur verið meira á bóltinum higartil, men enn eru málverjarnir ikki settir undir trýst.

10 Fótbóltslíkindini eru av teimum allarbestu í Norðragøtu í dag. Enn hevur verið linligt í Sarpugerði.

1 Dysturin er byrjaður. Tað er Jákup Andrias Hansen, sum er millum stengurnar hjá EB/Streymi. René Tórgarð, sum fór av vøllinum við skaða, tá sundalagsmenn spældu í Gundadali hósdagin, er ikki tøkur.

 

Undan dystinum:

 

Føroyameistararnir eru trýstir, nú teir stevna norð í Sarpugerð, har ein av væntaðu FM-biðlunum, Víkingur, bíðar teimum. Sundalagsmenn gjørdu ikki stórvegis skreytir, tá teir spældu í Gundadali ímóti HB hósdagin. Avrikið var ikki sannførandi í einum sera lakum dysti, sum føroyameistararnir taptu 2-0.

EB/Streymur hevur tapt tveir dystir upp í slag, og uppgávan seinnapartin verður helst ikki lættari enn seinastu ferðirnar. Gunnar Zachariassen, sum varð útvístur, tá fuglfirðingar vunnu við Margáir, er enn leikbannaður.

Víkingur hevur seks stig fyri tríggjar dystir. Á heimavøllinum vunnu teir ljósabláu 1-0 á AB hósdagin. Tað var ein lítil uppreisn eftir eyðmýkingina í Gundadali, tá Víkingur tapti heili 4-0 fyri B36.

 

----------------------------------------------------------------------------------------------------

 

07 VESTUR – NSÍ 1-1 (0-0)

Dungasandur, Sørvágur

0-1: Pól Jóhannus Justinussen

1-1: Ibrahima Camara

 

95 Dysturin er liðugur. Úrslitið var 1-1. NSÍ var munandi meira á bóltinum, og runavíkingar høvdu fleiri møguleikar at økja um leiðsluna. Hepnið var kortini við 07 Vestur, sum javnaði í evstu løtu og fekk eitt stig burturúr.

93 MÁL! 1-1! 07 Vestur hevur javnað í evstu løtu. Tað var eftir innlegg, at Camara stútaði bóltin í málið.

70 MÁL! 0-1! Pól Jóhannus Justinussen hevur lagt NSÍ á odda. Tað var eftir hornaspark, at hann sendi bóltin í netið.

60 Leikgongdin er tann sama. Tað er NSÍ, sum er meira á bóltinum. Runavíkingar hava søkt at málinum hjá heimaliðnum, men enn er hol ikki komið á.

46 Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

47 Hálvleikur í Sørvági. Støðan er 0-0. Tað er NSÍ, sum hevur verið omaná leikliga, og runavíkingar hava eisini søkt at málinum hjá heimaliðnum, men enn er hol ikki komið á. Heimaliðið smæðist ikki burtur, men hevur ikki í sama mun sett verjuna hjá NSÍ undir trýst.

25 Enn málleyst í Vágum. Liðini hava lagt varisliga fyri, og hvørki av manningunum hevur enn spent sær álopsbogan.

14 Tað er á miðvøllinum, at bólturin hevur ferðast fyri tað mesta. NSÍ hevur kanska verið meira á vøllinum fyrstu løtuna, men enn hevur eingin málkjansur verið.

1 Dysturin er byrjaður.

 

----------------------------------------------------------------------------------------------------