KÍ og NSÍ eru í finaluni

Tað verða KÍ og NSÍ, sum skulu spæla í finaluni í Klaksvíkskappingini

Í dag hava hálvfinalurnar í Klaksvíkskappingini verið í Klaksvík. NSÍ vann 2-0 á B36 við málum frá Peturi Knudsen og Klæminti A. Olsen, síðani vann KÍ 3-1 á Víkingi. Patrik Johannesen, Ole Erik Midtskogen og Jóannes Bjartalíð skoraðu málini fyri KÍ.

Sambært bolt.fo skoraði NSÍ bæði málini miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Mórits Heini Mortensen legði upp tá Petur Knudsen skoraði til 1-0. Tveir minuttir seinni økti Klæmint A. Olsen, eftir upplegg frá Pæturi Hentze.

Tað var 1-1 í hálvleikinum millum KÍ og Víking. Patrik Johannesen legði KÍ á odda við brotssparki, áðrenn Andreas Lava Olsen javnaði fyri Víking. Í seinna hálvleiki skoraði nýggi norski áleyparin hjá KÍ, Ole Erik Midtskogen, eftir eitt einmansavrik. Keldur hjá In.fo siga, at áleyparin var sjónligur og góður í dystinum. Móti endanum økti Jóanes Bjartalíð til úrslitið 3-1.

Í morgin verða finalan og bronsudysturin. KÍ og NSÍ spæla klokkan 16.00 og bronsudysturin millum B36 og Víking verður klokkan 13.00.

Klaksvíkskappingin:

NSÍ-B36 2-0 (2-0)

1-0  Petur Knudsen

2-0  Klæmint A. Olsen 

KÍ-Víkingur 3-1 (1-1)

1-0  Patrik Johannesen, br

1-1  Andreas Lava Olsen

2-1 Ole Erik Midtskogen

3-1 Jóannes Bjartalíð

 

Sunnudagin:

Klokkan 13.30 B36-Víkingur (Dystur um 3. plássið)

Klokkan 16.00 KÍ-NSÍ (Finalan)