Unglingarnir hjá KÍ og NSÍ fara mikudagin 27. juni at spæla steypafinalu á uttanveltaðum vølli. Longu 9. mai vann KÍ hálvfinaluna á heimavølli ímóti B68 3-2.
Í gjárkvøldið vann NSÍ á heimavølli 2-0 á HB. Talan var bara um ein dyst í hálvfinaluni.
Tað var málleyst í Runavík, inntil tað restaði ein lítil løta. Tá skoraðu Einar Hansen og Øssur Dalbúð fyri NSÍ.
Merkisvert var tað, at unglingarnir hjá NSÍ, sum eru fastir menn á Formula liðnum ? Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen og Bogi Løkin ? allir vórðu skiftir inn beinanvegin eftir steðgin, meðan einki sást til HB unglingar, sum eru partur av Formula liðnum ? eitt nú Pætur Jørgensen og Ólav í Ólavstovu.