Ákæra BP fyri órøkt í Norðsjónum

Oljufelagið BP, sum í løtuni er best kent fyri ógvusliga oljulekan í Meksikanska flógvanum, verður nú eisini ákært fyri at hava tann vánaligasta boripallin á norskari jørð. Samstundis eru eisini helvtin av oljuinnstalatiónunum í Norðsjónum ov gamlar.

Keldur, sum norska avísin Dagbladet hevur verið í samband við, meta oljufeltið Valhall, sum BP eigur, sum ein skrottdunga.

Ein dulnevnd kelda sigur við avísina, at vit hava havt trupulleikar, at baketiur eta rørini innanífrá, so at har faktisk bert er máling eftir. Ein arbeiðari skuldi reinsa máling av einum røri, og brádliga stóð ein strála av ráolju beint upp í luftina. Rørini eru so tard, at tey eru næstan ikki til at skrúva sundur, sigur keldan.

Norski eftirlitsmyndugleikin, Petroleumstilsynet, gav seinast í 2008 BP eina harðliga átalu fyri eina røð av órøktum, harímillum eitt fullkomið fráver frá einum viðlíkahaldsprogrammi.

Hóast hetta fekk BP í maj í ár longt livitíðina á installatiónunum fyri aðru ferð, uttan at myndugleikarnir vóru úti og kannaðu viðurskiftini á staðnum.

Men BP er ikki eina um at fáa slíkar leinginar.

- Umleið helvtin av installatiónunum í Norðsjónum eru eldri enn upprunaliga livitíðin. Innan fyri eitt tíðarskeið upp á 10 ár, verða uppaftur 25 boripallar eldri enn metta livitíðin, sigur fjølmiðlaráðgevin hjá Petroleumstilsynet, Inger Anda, við Dagbladet.

Samskiftisstjórin hjá BP í Norra er ósamdur við at BP er serliga ringt á økinum. Hann leggur afturat at eldri útgerð verður skift út og at ein nýggjur boripallur verður bygdur.

Hann sigur at nógv verður komið upp á pláss í heyst.

Kelda: Børsen