Aftur í morgun hevur 33 ára gamli kroatin, sum er ákærdur fyri at hava dripið Pidda, broytt frágreiðing.
Hann hevur í morgun sagt, at hesa náttina, sum hann elti Skodabilin, metti hann ikki bilin sum stolnan, men helt hinvegin, at dóttir unnustuna hevði tikið bilin.
Dóttir unnustuna hevði tá ikki fingið koyrikortið, og tí vildi hann einki siga um hetta. Tann ákærdi hevur í morgun greitt frá í Føroya Rætti, at dótturin javnan tók Skodabilin, og tað var unnustan sera ill um.
Ákærdi hevur eisini í morgun greitt frá, at hann bert elti bilin fyri at vita, hvar dótturin fór.
Hann hevur annars greitt frá niður í smálutir, hvussu hann elti bilin, og hvussu hann hevði roknað út, hvussu langt inn í Norðoyatunnilin hann koyrdi. Ikki minst hevur ákærdi lagt dent á, at tá bilurin koyrdi inn í Norðoyatunnilin, vóru tríggir persónar í bilinum, og tá hann kom út aftur, vóru bert tveir persónar í bilinum.
Nú fyrrapartin er tað verjin hjá tí ákærda, Anfinn V. Hansen, ið setur spurningarnar.