Ein maður er skuldsettur fyri at hava roynt at neyðtikið eina kvinnu, men hann noktar seg sekan
Royndi ein maður at neyðtaka eina kvinnu eitt kvøldið fyri fleiri mánaðum síðani?
Tað er ein spurningur, sum Føroya Rættur nú skal taka støðu til.
Maðurin var eftir kvinnuni heima eitt kvøldið herfyri og hann skræddi buksur og trussur av henni og royndi at neyðtaka hana, hóast hon bæði gjørdi mótstøðu og rópti.
Tá helt hann um hondina um munnin á henni, so at hon ikki fekk rópt eftir hjálpt og hann breyt eisini telefonina av, so at hon ikki fekk ringt.
Sambært ákæranum, miseydnaðist neyðtøkan og hann gavst, tí hann fekk hann ikki standing.
Fútin krevur, at maðurin verður dømdur í fongsul og at hann eisini verður dømdur at rinda endurgjald.
Maðurin noktar seg sekan.
Av serligum umstøðum og fyri at verja avvaraðandi, varð sakarmálið fyri afturlætnum hurðum og tað merkir, at tá ið sjálv ákæran er lisin upp, varð hurðin latin aftur.