Nýggja Norröna er vorðin nógv umtalað og viðgjørd í teimum ymsu fjølmiðlunum. Stórur áhugi er fyri nýggja skipinum, og Smyril Line hevur sett ein PR-mann at taka sær av fjølmiðlunum í sambandi við nýggju Norrönu. Og hesin maðurin eitur Kári Djurhuus.
? Uppgávan hjá mær er fyri at nøkta tann fjølmiðlatørvin sum er, og so harafturat skal eg upparbeiða eitt fjølmiðlanetverk fyri stovnin, sigur Kári Djurhuus, sum í løtuni er staddur í Bergen, júst í hesum ørindunum.
? Eg skal skapa kontaktir soleiðis, at Smyril Line kann venda sær til onkran, tá teir koma við onkrum nýggjum. Sum er nú, so er tað soleiðis, at tá okkurt nýtt er á skránni, veit stovnurin ikki, hvagar hann skal fara við tí.
Arbeiðið hjá Kára er sostatt at skapa sambond við fjølmiðlarnar. Bæði
í Føroyum og uttanlands. Og í løtuni er Kári Djurhuus í Bergen, har hann er holt við at víðka um fjølmiðlaringin.
? Nú havi eg arbeitt í fleiri ár á Christiansborg, so eg havi hitt fleiri fjølmiðlafólk her úr Norðanlondum, so nú arbeiði eg við at finna teir journalistarnar, sum eru áhugaðir í Føroyum og í júst hesum viðvíkjandi Norrönu, greiðir Kári Djurhuus frá.
Áhugin fyri nýggju Norrönu vísir seg at vera stórur.
? Ein jarnbunki, sum stendur niðri í Lübeck, selur kanska ikki so nógv í løtuni, men vit hugsa longur fram í tíðina. Um tað, sum fer at henda komandi hálva árið og fram eftir. Við einum fjølmiðlanetverki er tað lættari at fara út aftaná, og fáa sambond við tey røttu fólkini, sigur Kári.
Kári vísir eisini á, at ein noyðist at byrja tíðliga fyri at fáa tey røttu sambondini í lag.
Fyribils er Kári Djurhuus settur sum PR-maður til einaferð inn í næsta ár. Men sjálvur sigur hann, at tað kann væl vera, at tíðarskeiðið verður styttri. Alt eftir, hvussu væl arbeiðið gongur.