Ein av tænastunum, sum KJ Hydraulik veitir, men sum ikki hoyrist so nógv um - og sum mong yvirhøvur vita lítið um - er sandblásing og metallisering.
Við Ljósá hevur fyritøkan sína stationeru støð, har klaksvíkingurin, Kári Müller Jacobsen, sum býr í Norðdepli, er arbeiðsformaður og skipar fyri hesum partinum av virkseminum hjá KJ.
Uppgávan hjá Kára Müller Jacobsen er sum millumleiðari at rokna út, geva tilboð og skipa fyri, tá ræður um sandblásing, metallisering og máling. Í hølunum við Ljósá hevur KJ sergjørt sandblásirúm, og her verður sandblást við stálsandi.
- Eftir sandblásing verður sandurin sjálvvirkandi reinsaður fyri støv og annað, og tá hann er reinsaður, er hann klárur at brúka aftur, sigur arbeiðsformaðurin.
KJ ger nógv ymiskt sandblásingararbeiði við Ljósá, og talan kann vera um alt frá stellinum og lastini á einum lastbili til eitt hongsl á einum kirkjuportri ella kirkjuhurð.
- Tá jarnið ella stálið er sandblást, verður tað - um viðskiftafólk ynskja tað - eisini metalliserað, og til hetta arbeiði hava vit eitt tól - ella eina “kanón” - sum smeltar zink, ið verður lagt á sandblásta jarnið.
Í stuttum kunnu vit siga, at metallisering er ein yvirflatuviðgerð, sum hevur ómetaliga sterkt haldbari móti rusti, og metallisering verður oftast brúkt til jarn ella stál, sum stendur í andglettinum.
Arbeiðsformaðurin vísir á, at jarn, sum skal metalliserast, fyrst má sandblásast, soleiðis at zinkið, sum metaliserað verður við, sleppur at festa seg í stálið. Sandblásing gevur jarninum eina óslætta yvirflatu, soleiðis at metallisering og máling hefta væl.
- Zinkið er annars sama tilfar, sum brúkt verður til heitgalvanisering, og tað finnast ongar lakkeringar, sum standa mát við metallisering, leggur Kári Müller Jacobsen aftrat.
Umframt at KJ hevur sandblásing við stálsandi við Ljósá, hevur fyritøkan eisini mobila ella flytbara sandblásing, har farið verður kring landið at gera uppgávur, metallisera og mála - alt eftir, hvat viðskiftapartar ynskja.