Kári Nielsen mátti longu fyri steðgin fara av vøllinnum sunnudagin. Ein harðligur samanbrestur við Leiv Hanssen gav sandoyinginum hjá HB ein ordans frammaná, og hóast hann royndi at spæla, so var eingin vón um at fullføra dystin. Tað vísti seg, at talan var um heilaskjálvta, og tá vit seinast frættu, var framvegis óvist, hvørt Kári verður tøkur til dystin mikukvøldið, tá HB skal spæla grannauppgerð móti B36.