Á aðalfundi Sjálvstýrisfloksins leygardagin varð einasti fólkavaldi politikari floksins við seinasta løgtingsval, Kári P. Højgaard, afturvaldur til formann. Sambært viðtøkum floksins eru tað bara ting- og landsstýrisfólk floksins, sum kunnu verða formaður. Jógvan Skorheim, sum hevur sæti á tingi fyri Kára P. Højgaard, meðan hann er landsstýrismaður, varð valdur til næstformann.
Aðalfundurin, sum eisini var landsfundur floksins, varð hildin í Starvsmannafelagshúsunum í Havn leygardagin.
Umframt val av formanni og næstformanni var eisini fráboðan av nevndar- og tiltakslimum til landsnevndina.
Í landsnevndini umboðar Rúna Sivertsen Norðoya Sjálvstýrisfelag. Sven Dahl er eykalimur.
Karl A. Olsen heldur fram umboðandi Norðstreym. Jónas Johnson er eykalimur.
Dávur í Dali heldur fram fyri Unga Sjálvstýri.
Annfinnur Garðalíð umboðar Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, Poul Jákup Poulsen er eykalimur.
Kristianna Winther Poulsen umboðar Streymoyar Sjálvstýrisfelag. Teitur Vágadal er eykalimur.
Arnfríð Vestergaard Hentze umboðar Suðuroynna. Eileen Sandá er eykalimur.
Landsnevndin útnevnir seinni umboð úr Vágoynni og Sandoynni. Landsnevndin skipars eg sjálv.