Í 1912 datt ein 2 ára gomul genta á sjógv av Kongabrúnni. Hon at Gerda og var næstelst av børnunum hjá Cathrine og Oluf Skaalum, og tey búðu har í nánd. Pápin, Oluf, var lærari, tingmaður og blaðstjóri á Dimmu. Mamman hevði verið lærarinna í Nólsoy, áðrenn tey hittust. Gentan kom uppaftur á land; men mamman gjørdist hjartkipt og vildi flyta burtur frá sjónum. Hon hevur kanska sett ein passara í har á Kongabrúnna, og tað fjarasta staðið mundi vera har uppi, sum seinri kom at eita Hoydalsvegur 1 - í Stórustovu, sum familjan hjá okkum, Kára og mær, seinri fluttu inn í.
Familjan Skaalum keypti grundstykkið har uppi, fóru undir at byggja í 1913 og fluttu inn í húsini í 1914; men longu í 1918 rýmdu tey niður til Danmarkar í hølunum á Svenning Rytter, amtmanni, sum kendi, at sjálvstýrishugað fólk í Føroyum fingu ov góðar sømdir frá donsku stjórnini. Oluf Skaalum gjørdist fyrstilærari og skjótt eisini sóknarstýrisformaður í Hareskov By. Í millumkrígsárunum var hann fleiri ferðir í Føroyum sum serkønur í skúlamálum sendur av danska kenslumálaráðnum. Cathrine fór undir útbúgving sum juristur og starvaðist í mong ár sum fulltrúi í Overformynderiet.
Húsini skiftu eigara einar tvær-tríggjar ferðir, áðrenn landið keypti tey aftan á seinra heimsbardaga, og vit kundu so leiga tey frá 1951.
Umvegis førdi soleiðis politikkur til, at vit komu at búgva við Havnará.
Familjan Skaalum flutti burtur frá sjónum, men ikki frá vatninum, sum Gerda var dottin í, tí rættiliga nógv av tí kom úr Havnará, sum rennur út júst í ósan har á Kongabrúnni. Tey fylgdu so at siga ánni niðan um býin og búsettust á eini høvd við ánna. Tey komu tætt at ánni, sum kom at knýta og kvetta bond hjá Kára, og sum onkursvegna eisini kom at knýta støð og hendingar saman hjá Kára. Havnará rann fram við gamla HB-húsinum og plenuni, sum nú er niðari vøllur í Gundadali. Har kom Kári at vísa og menna sítt heilt serliga talent, og har knýtti hann nógv bond á ítróttarøkinum. Hon rann eisini tætt undir húsunum hjá abba og ommu í Gundadali, har Kári var rættiliga nógv, og hann hevði eisini búð har fyrsta árið, tey búðu í Føroyum, og so rann Havnará eisini beint undir húsunum hjá okkum í Stórustovu.
Vit vóru nógv í og um hesa á – eisini í tí sera vakra økinum við Sjónleikarhúsið, áðrenn áin og alt varð lagt undir heilt. Uppi við havan hjá okkum vóru stoyptir nakrir stabbar tvørturum, og við nøkrum plátum at seta millum stabbarnar kundu byrgingar gerast og stórir hyljar skjótt fáast til vega – væntandi til eldsløkkingarendamál.
Tá vit vóru heima nú á jólum, spurdi eg Kára, um hann einaferð hevði bjargað mær upp úr ánni, sum eg hevði hoyrt okkurt um.
Jú, jú – tað var ein dagin, tá hendan byrgingin hevði gjørt ánna fram við havanum hjá okkum til ein stóran hyl. Eg mundi vera eini 3 ár; men eg minnist einki um hetta. Eg datt útí, og Kári leyp útí eftir mær. Hann hevur verið eini 10-11 ár. Men tað var ikki so lætt at fáa fatur á mær, tí eg svam onkursvegna í fullspeed. Men hann fekk meg so upp, og rennvátir fóru vit báðir niðan til mammu. Í staðin fyri eina tøkk, fekk hann ein lúsing ella kanska eitt skeld, tí hann ikki hevði ansað betur eftir, at eg eg ikki datt útí. Nú var tað hennara túrur at vera hjartkipt og at ynskja seg burtur frá ánni.
Hann fekk heldur onga Carnegie heiðursløn. Men eg vil takka Kára fyri, at hann bjargaði mær, og henda hending knýtti serlig bond millum okkum. Bond sum knýttu lív okkara saman.
Hetta var bara ein av lúsingunum, hann fekk í lívinum, og hetta var kanska eisini einasti lúsingur, hann fekk frá mammu, tí hon plagdi als ikki at langa slíkar; men hon var skelkað tann dagin. Hann hevði tvey góð og umsorgsfull foreldur, sum elskaðu hann.
Vit fingu øll ein lemjandi lúsing eini 4-5 ár seinri, tí tá druknaði Jón, beiggi okkara, einar 5-10 metrar frá, har Kári bjargaði mær upp. Tá var Kári í skúla, og hvørki hann ella nakar annar kundi draga Jón upp á turt. Jón slapp at liggja ov leingi í tí lítla hylinum, har so at siga bert andlitið var undir, tá mamma fann hann. Hann hevði fylt 51 í apríl í ár , og tá var hann knapt 2 ár.
Kári var nógv uppi hjá abba og ommu og tað hálva árið í 54/55, tá fastir okkara Ásta var heima frá Middelfart, knýtti Kári seg nógv til hana. Tá hevur hann verið 9-10 ár, og har vóru eisini bond kvett, tá hon varð send av aftur landinum og innløgd aftur á Middelfart onkuntíð á vári í 55. Á ólavsøku sama ár fór abbi til gongu til heimbygdina Leynar, sum hann hevði gjørt so oftani. Hann var tá um 74, og hann slapp sær burtur frá hurlivasanum og spruttinum á ólavsøku. Familjan var ikki bangin um, at hann fór einsamallur um fjøllini. Men hesa ferð endaði galið. Hann doyði oman fyri bøgarðarnar í Norðradali. Hann var dottin og hevði brotið beinið, men sum eg havi skilt ikki løstað seg meira álvarsamt enn tað. Hann megnaði ikki at ganga oman til Norðradals; men hann hevði nokk roynt at grulva oman móti bygdini. Hann kom ikki oman og kom at liggja so leingi, at hann doyði av tí. Tey í Leynum vistu ikki, at hann var á veg, og tey í Havn vistu ikki, at tey í Leynum ikki vistu, at hann var á veg. So tað vardi rættiliga leingi, fyrr enn nakar fór at sakna hann.
Ein maður í Norðradali var sera keddur aftan á, tí tað var, sum hann hevði hoyrt róp – kanska at onkur eisini hevði rópt navnið á sær. Hann hugdi her og har, men fann einki ella ongan, og hann hoyrdi heldur einki róp afturat. Har hevði heldur eingin ringt og spurt, um Jóan Frederik var komin til teirra.
Her hevði Kári knýtt seg tætt at tveimum persónum, sum brádliga hvurvu. Hetta vóru aðrir lúsingar stutt áðrenn hann fekk hin, tá han leyp útí eftir mær.
Kári var føddur sama dag, sum ST varð stovnað, og kanska einastu ferð, babba yrkti ein sang, var til 14 ára dagin hjá Kára, og niðurlagið í hesum megnarsangi var um, tá ST var føtt. Hann var elstur av systkjunum í eini familju, sum var komin heim aftan á krígslok, í eini familju, sum legði seg frammarliga í at byggja landið. Kári hevði ríkar gávur, og stórar vónir vórðu knýttar til hansara avrik. Kanska var hann ov bleytur til alt tað.
Fara vit niðan eftir ánni, so koma vit niðan á plenuna, og har hevði hann góðar løtur. Mamma tók onkuntíð til, at Kári búði uppi á plenuni (nú høvdu vit sagt á vøllinum), frá hann var 6 ár. Í føðingardagsgávu frá Jógvani Johansen (seinri: á Lag) hevði hann fingið eina HB-troyggju, og tað hevði sín sterka leiklut í, at tað var HB og fótbólturin, sum fingu so stórt pláss í hansara hjarta. Jógvan var ein góður vinur og hollur stuðul øll árini. Takk fyri, at tú vart so góður við Kára, Jógvan! Kári var eitt fenomen á vøllinum, og skjótt ein stjørna á fótbóltshimlinum og var yngsti leikari sum var komin á landsliðið sum bert 17 ára gamal. Eg minnist, hvussu menn gingu inn til babba at tosa um henda framúr fórbóltleikaran. Har fekk hann eisini lúsingar. Á heysti 1969, tá hann var 24 ára gamal, fekk han ein álvarsligan skaða í økslina í einum samanbresti við annan leikara, ein málmann, haldi eg. Á vári í 1970, tá hann var komin nøkulunda fyri seg eftir skaðan, fekk hann ein annan lúsing. Eg gekk uttan fyri húsini hjá okkum í Gundadali, sum vit vóru flutt í í oktober 69. Tað bar til at fylgja rættiliga væl við dystinum gjøgnum áskoðaraýl, fagnaðarróp og tøgn. Einaferð fór eitt suff gjøgnum fjøldina, og so var tøgn, sum um tey stóðu og hildu ondini, og stutt aftan á hoyrdist ambulansan. Eg hevði sterka kenslu av, at har var okkurt hent við Kára. Tá Jógvan Johansen kom ella ringdi og vildi tosa við babba, var eg greiður yvir, at har var hent okkurt við Kára.
Kári hevði lisið spælið og sæð møguleikan, var runnin fram sum eitt skot, hevði fingið fatur í bóltinum og gjørdi klárt til eitt av sínum eyðkendu hørðu og vandamiklu skotum á mál. Hann rakti tíverri niður í vøllin í staðin fyri bóltin, og har vórðu bond kvett bæði so og so tann dagin. Øll liðbondini í fótinum ruku, tí fóturin fór tvørur. Áskoðararnir suffaðu og hildi ondini, tí teir týðiliga hoyrdu brakið í fótinum, og eingin var í iva um, at har var hent okkurt sera álvarsligt. Hetta var kanska størsti lúsingur, Kári fekk, tí frá tí løtu var hann ikki nakað fótbóltsfenomen longur. Tá fall stjørnan við einum braki.Tað, sum hann hevði livað og andað fyri seinastu 18 árini, hvarv sum døgg fyri sól. Hetta, sum kundi verið eitt stjørnu skot, gjørdist eitt stjørnuskot. Hann royndi at berja seg uppaftur og fór enntá í B36, har hann fekk onkran dyst á øðrum liði..
Hann var bert 7 ár í føroyskum toppfótbólti. Av teimum var hann 2 ár í útbúgvingarørindum niðri, og eitt ár arbeiddi hann og spældi á einum liði í Dundee í Skotlandi. Tá vóru bert bløðini og Útvarpið av miðlum at eksponera stjørnurnar. Hevði hann fingið bæði 15 og 20 ár á tí himlinum, so stóð stjørnan bjartari í dag. Men tú kanst framvegis hitta fólk, sum høvdu við fótbólt at gera í sekstriárunum, sum siga, at Kári var millum tær størstu um ikki tann størsta stjørnan á føroyska fótbóltshimlinum.
Aftan á skaðan gingu heldur eingir menn inn til babba longur at tosa um framúr bóltleikaran. Persónurin Kári hevði ikki verið so nógv á breddanum, sum fenomenið Kári hevði verið, og tá tann bløðran brast, kundi persónurin Kári humpa víðari einsamallur.
Har hevði verið rættiliga nógv alkohol í fótbóltsumhvørvinum; men hendan hendingin, sum av álvara setti hann út á eitt síðuspor, var eisini orsøk til ta misnýtslu, sum kom at merkja lív hansara framyvir.
Sum onnur duttu útí – í ánna og aðrastaðni – rundan um hann, datt hann sjálvur útí og hevði sera trupult við at koma upp úr aftur. Tað kom at seta síni beisku spor.
Kári var 8 ár eldri enn eg, so hann var altíð aðrastaðni enn eg í skúlaheiminum. Eg havi tí ikki rættiliga vitað, hvussu hesi árini gingu hjá honum. Einaferð kom eg í prát við ein,sum kendi hann frá lestrarárinum í Århus í 1967/68.
Hesin maður segði, at Kári av og á kom niðan til sín, og har vildi hann hvørja ferð gjarna hoyra pláturnar hjá Ernie Ford við sangum sum ”What a friend we have in Jesus”, ”Let me walk with Thee” og ”When I survey the wondrous Cross”. Hesin síðsti sangurin var eisini ein, sum Mahathma Ghandi var djúpt hugtikin av.
Gandhi og Kári grundaðu m.a. á hetta ørindið úr nevnda sangi frá 1707 hjá Isac Watts: Tá andi mín hin kross kann sjá.
”See from His head, His hand, His feet,
Sorrow and love flow mingled down!
Did e´er such love and sorrow meet,
Or thorns compose so rich a crown”.
Í føroyskari týðing ljóðar hetta 3. ørindið soleiðis:
”Hygg á hans sár, har blóðið rann,
hvussu hans sál av sorg er mødd!
Hvør hevur møtt tí sorg sum hann!
Hvar krýndu tornir slíkt eitt høvd!”
Kári plagdi at siga, at tað var salvilsi fyri sálina at hoyra hesar sangir.
Hesin fyrrverandi århusianarin lýsti Kára sum ein mildan og spakføran mann við eini mildari og inniligari rødd.
Kári var kanska ov mildur og spakførur til at svara aftur á hóskandi hátt, tá lúsingarnir komu gjøgnum lívið, so hann kreyp longur og longur inn undir skjøldurin.
Kári hevði góðar gávur, og hann gav mongum nógvar góðar løtur við tí stóra ómaki, hann legði í krossorðini, sum hann gjørdi hvørja viku inntil fyri 14 árum síðani. Nógv hava tikið til hesi krossorð, sum tey gleddu seg til, hvørja ferð blaðið kom út.
Kári var á hesum sum øðrum økjum nærlagdur. Hann gjørdi sær stóran ómak og hevði nógvar antennur langt úti, tá hann arbeiddi við hesum orðum, máliskum, vendingum, persónum og hendingum, sum hann onkursvegna fekk lumpað og lirkað inn í hesar teigar í krossorðagátuni. Har var eisini ítróttur – men mangt annað so sum politikkur, humor, søga, átrúnaður og mentan. Fólk fingu nakað, tá tey settu seg við hesum væl úr hondum greiddu krossorðum.
Tað var ikki lættisoppakent. Tað var áðrenn internetið breiddi seg út. Hann legði m.a. nógv arbeiði í at vitja bókasavnið fyri at finna myndir av ávísum persónum og citat, greinar og bókum um ymisk mál.
Tað hevði møguliga verið uppiborið, at Kári fekk eina M.A. Jacobsen virðisløn fyri serligar bókmentir, krossorðagáturnar, sum hava ríkað so nógv fólk, og sum hava fingið fólk at forvitnast víða um í bókmentaheiminum.
Kári var hugtikin av mongum krossorðum umframt krossorðunum hjá Isac Watts á plátuni hjá Ernie Ford.
Vit gráta um, at Kári er farin. Vit gráta eisini um, at vakri, sjarmerandi, humoristiski og gávuríki unglingin, sum leyp útí og bjargaði mær, og sum frøddi føroyska fótbóltsheimin í sekstiárunum, meir og meir kreyp inn undir skjøldurin eins og skjaldbøkan, og at hann seinni fekk eitt sera tungt lív
Vit takka tykkum øllum inniliga, sum hildu í og fevndu Kára, sjálvt um tað mangan var tungt.
Vit hava hvør sær knýtt bond til Kára – summi sterkari og longri enn onnur. Men lati okkum eina løtu halda í tað band, sum knýtti okkum at honum og gleðast um tað, hann gav okkum.
Takk fyri og farvæl, kæri bróðir.
-------
Árni