Kári kom og sigraði

Kári Mortensen, sum í farnu viku boðaði frá, at hann hevði tikið seg sjálvan av neistaliðnum, var kortini á vølli sunnudagin, og hann átti so sanniliga sín lut í sigrinum á føroyameistarunum av Strondum

Neistin-StÍF 24-23 (13-11)


Tað var av sonnum lagt upp til stórdyst sunnudagin, tá strandingar komu á vitjan hjá Neistanum.

Liðini bæði vóru saman við vestmenningum á odda í landskappingini, og tá VÍF ikki skal spæla fyrr enn í annakvøld, var samstundis greitt, at vinnarin av dystinum hetta kvøldið gjørdist nýtt oddalið í kappingini.

Flestu áskoðararnir mundu tískil vænta ein javnan og spennandi dyst, men fyri neistaáskoðararnar mundi tað helst kennast sum ein dyggur smeitur, at Kári Mortensen fáar dagar undan dystinum boðaði frá, at hann ikki longur var partur av liðnum.

Ósemjan, sum var orsøk til hetta stríð, varð tó onkursvegna løgd til síðis sunnudagin, og veteranurin hjá Neistanum var kortini á vøllinum, tá leikararnir hitaðu upp undan dystinum.


Lítil munur

Tá dysturin byrjaði, var Kári kortini ikki á vøllinum. Ístaðin sat hann á beinkinum, har hann mátti hyggja at, meðan liðfelagarnir royndu at takast við mótstøðuliðið.

Fyrstu løtuna gekst hetta alt annað enn væl, og hesa løtuna sýndu strandingar nógv tað betra spælið.

Í álopspartinum sýndu teir nakað av tí spælið, sum seinasta ár tryggjaði teimum FM-heitið, og í verjupartinum vóru teir sera nærlagdir. 3-2-1 verjan syrgdi fyri, at Áki Olsen og Heini Joensen ikki sluppu ótarnaðir framat, og ikki var líkt til, at viðspælarar teirra megnaðu at lyfta spælið hjá sær sjálvum.

Hóast væl vardur, so megnaði Áki tó at gera nakað um seg, og skeyt hann trý av teimum fýra fyrstu málunum hjá Neistanum, umframt at hann fekk tillutað eitt brotskast.

Tá hinir leikararnir, sum sagt, ikki megnaðu at gera nakað serligt um seg, so lá væl fyri hjá strandingum at vinna sær eina leiðslu.

Tá eitt korter var farið av dystinum, slapp Kári Mortensen so inn á vøllin, og beinan vegin sást hetta aftur í spælinum hjá bláklædda havnarliðnum.

Samstundis varð Petur Magnusson settur at verja málið, ístaðin fyri Boga Hendriksen, og Neistin brádliga fór Neistin at vinna seg inn á strandingarnar.

Væl gekst, og tá farið varð til hálvleiks, hevði Neistin tryggjað sær eina tvey mála leiðslu. Leikliga var tó lítil og eingin munur á liðunum, og flestu áskoðararnir mundu vera samdir um, at enn var ikki á nakran hátt avgjørt, hvørt av liðunum skuldi fáa tey bæði stigini, sum dystast varð um.


Mundu mist sigurin

Var dysturin javnur í fyrra hálvleiki, so var hann ikki minni javnur í seinna. Neistin var kanska liðið, sum byrjaði betur, men ongantíð var líkt til, at strandingar mistu vónina um, at dysturin kundi vinnast.

Miðskeiðis í hálvleikinum eydnaðist tað teimum eisini at koma fram um, men heimaliðið svaraði beinanvegin aftur, og við nøkrum málum frá Áka Mørk og Kára Mortensen, eydnaðist tað teimum aftur at vinna seg fram um mótstøðumenninar.

Móti endanum av dystinum vann Neistin sær eina trý mála leiðslu, og líkt var nú til, at sigurin var um at vera heima, men so var ikki kortini. Seinastu løtuna av dystinum megnaðu neistaleikararnir nevnliga at gera uppgávuna óneyðuga torføra, tá teir tvær ferðir framdu mistøk í álopspartinum, og tá strandingar samstundis skoraður upp á sínar møguleikar, var brádliga bert eitt mál á muni.

Seinasta strandaálopið megnaði verjan hjá Neistanum tó at halda somikið tætt, at StÍF ongantíð fekk nakrar skotmøguleikar, og at enda vórðu dømdir fyri nøl, og tískil mistu møguleikan fyri javnleikinum.

Neistarnir kundu sostatt fegnast um enn tvey stig í oddastríðnum. Tvey stig, sum bóru við sær, at liðið nú fyri fyrstu fer í árinum er á odda í fremstu mansdeildini.


Nógv at siga

Tað vóru sjálvandi fleiri orsøkir til, at neistaliðið vann dystin sunnudagin, men tvær tær týdningarmestu av hesum vóru ivaleyst, at Petur Magnusson stóð seg sera væl í málinum, og at Kári Mortensen kortini var at síggja á vøllinum.

Yvirhøvur var talan um sera gott málmansspæl í dystinum, og bæði Petur og Johan høvdu fleiri stak góðar bjargingar, tá mótstøðuleikarar gjørdist einsamallir við teimum.

Stóra samrøðuevnið eftir dystin varð tó Kári Mortensen. Hóast hann nú er komin nakað upp í árini, og longu var at síggja í fremstu hondbóltsrøðini áðrenn fleiri av núvernadi liðfeløgunum høvdu sæð dagsins ljós, so er einki at ivast í, at hann hevur alstóran týdning fyri spælið hjá Neistanum.

At týdningur hansara var so stórur, mundu fægstu viðhaldsfólkini tó gruna, tí sunnudagin var sjón fyri søgn, at tað er stórur munur á at síggja neistaliðið spæla við og uttan superveteranin.


Einki er avgjørt

Hóast fagnaðurin í neistarúminum helst var stórur eftir dystin, so er einki at taka seg aftur í, at enn er langt eftir á mál í FM-stríðnum. Tvey stig eru nú á muni niður til næstu liðini á stigatalvuni, men enn eru dystir bæði á Skála og Vestmanna eftir á skránni, umframt at grannarnir úr Kyndli helst hava ætlanir um eina endurtøku av steypasigrinum, tá grannauppgerð verður um eina góða viku.

Strandingarnir munnu helst iðra seg um mistu stigini, men møguliga kunnu teir troysta seg við, at teir í løtuni liggja nógv betri fyri í kappingini, enn teir gjørdu um sama mundi seinasta kappingarár.

Ta ferðina taptu teir eisini fyrra dystin í endaspælinum móti Neistanum, men megnaðu kortini at reisa seg og at enda vinna FM-heitið. Um hetta eisini fer at eydnast teimum í ár, er ilt at siga, men í øllum er eitt vist, og tað er, at enn er einki avgjørt í FM-stríðnum.


Dysturin í tølum:

Málskjúttar:

Neistin: Kári Mortensen 7, Áki Olsen 6, Heini Joensen 5 (1), Áki Mørk 5, Jákup Sverri Kass 1

StÍF: Sveinbjørn Poulsen 5, Marius Joensen 5, Jónleif Sólsker 4, John Petersen 4, Alexandur Johansen 2, Artur Johansen 2, Karstin Danielsen 1

Brotskøst:

Neistin 2

Útvísingar:

Neistin 5, StÍF 7

Dómarar úr Kyndli:

Hanus Kúrberg og Hans Thomassen