Síðsta stóra venjarauppgávan hjá Kára liggur annars 10 ár afturi í tíðini, tí í 2001 var hann venjari hjá besta mansliðnum hjá B71. Men seinnu árini hevur ikki nógv verið at hoyrt og sæð til hansara, hóast hann hevur havt fleiri smærri venjarauppgávur fyri eitt nú AB, MB, Fram og SÍ.
Kári Reynheim er ein av Landskrona-hetjunum og spældi frá 1988 til 1995 tilsamans 27 A-landsdystir og skoraði tvey mál, harav tað kendara var tað, hann skoraði í Belfast 1. mai í 1991, tá Føroyar fingu javnleik 1-1 ímóti Norðurírlandi. Harumframt hevur hann spælt einar 25 landsdystir aftrat, sum eru frá tíðini áðrenn altjóða viðurkenningina í 1988.
Til stuttleika kann eisini nevnast, at saman við Kára Reynheim í summar tóku eisini menn sum Jóannes Jakobsen, Allan Mørkøre og Jan Dam A-prógv sum venjarar. Alt menn, vit minnast frá Landskrona-tíðini og fyrstu altjóða landsliðsárunum.
– Eg eri spentur at fara í gongd í Runavík, tí her eru nógvir ungir og evnaríkir spælarar. Við mínum góða lagi og mínum førleikum annars fari eg at royna at fáa sum mest burtur úr tí, sum eg har fái at arbeiða við, sigur Kári Reynheim.
Fótbóltsupprunan hevur Kári Reynheim annars í HB, har hann skjeyt 32 mál í 110 dystum í bestu deildini, og eisini spældi hann í B36, umframt at hann í síni tíð royndi seg sum hálvprofessionellur spælari í Norra.
NSÍ, sum nú fær Kára sum venjara, endaði farna kappingarárið á fjórða plássi og skal tí komandi summar spæla í Europa League. Tað verður so fyrsta altjóða uppgávan hjá Kára sum venjari.