Ein 32 ára gamal maður skal nú standa á odda fyri javnstøðuarbeiðnum í Føroyum.
Tað gjørdist greitt, tá ið Almanna- og Heilsumálaráðið týsmorgunin setti Kára á Rógvi í tøka sessin sum formann fyri Javnstøðunevndina.
Eg varð biðin, og eg havi tikið av. Tað er púra natúrligt, at formansessurin í Javnstøðunevndini onkuntíð er hjá einum manni og onkuntíð hjá einari kvinnu, sigur Kári á Rógvi.
Løgfrøðingurin úr Havn hevur seinni árini verið virkin í ymsum nevndararbeiðið í Føroyum, og hann hevur eisini luttikið nógv í almenna kjakinum millum annað í Tinghelluni her í Sosialinum.
Kári á Rógvu er cand. jur, hann hevur tikið Master of Laws í Aberdeen, og nú skrivar hann phd-ritgerð í Íslandi um stjórnarrætt. Áður hevur hann verið skrivari í grundlógarnevndini, formaður fyri Føroya Óaðalsfelag, og nú er hann næstformaður í stjórnarskipanarnevndini.
Millum sterkar kvinnur
Hevur tú ein natúrligan áhuga fyri javnstøðuarbeiði ella sært tú hetta sum eina professionella avbjóðing?
Eg fekk áhuga fyri javnstøðu í sambandi við grundlógararbeiðið. Uppgávan í javnstøðunevndini er í tveimum. Annar parturin er at ansa eftir, at tær galdandi reglur verða hildnar til dømis á arbeiðsmarknaðinum og tað er ein ítøkilig uppgáva. Hin parturin er av meira idealistiskum slagi við at upplýsa og skapa kjak um javnstøðu, og her havi eg eisini royndir, sigur Kári á Rógvi.
Eg eri uppvaksin millum sterkar kvinnur. Ommusystrarnar hjá mær í Vestmanna vóru væl útbúnar, og tær vóru vinnulívskvinnur. Eg haldi, at tað er stórt spell, at kvinnur skulu grava sínar talentir niður orsaka av fordómum. Øll skulu hava møguleikan at brúka síni evni.
Somu møguleikar
Kári á Rógvi sigur, at hann er ikki heitasti fortalarin fyri nummeriskari javnstøðu.
Tað týdningarmesta er, at øll hava somu møguleikar at brúka síni evni. Menn skulu ikki halda kvinnum aftur, og kvinnur mugu eisini grípa í egnan barm og ikki halda sær sjálvum aftur. Vit hava nógvar dugnaligar og væl útbúnar kvinnur, men tað eru summar kvinnur, sum halda sær sjálvum aftur. Tað hava tær onga orsøk til.
Tað er einki í andsøgn við siðbundnað mentan, at kvinnur kunnu brúka sínar talentir. Tað er upp til hvønn einstakan, hvussu tey skipa seg í heiminum, men á arbeiðsmarknaðinum skulu kvinnur hava somu møguleikar sum menn, sigur Kári á Rógvi.
Hann hevur tryggjað sær, at tað verður settur ein skrivari fyri javnstøðunevndina, sum kann taka sær av tí dagliga arbeiðnum, meðan hann saman við nevndini skal taka avgerðir, vera við í kjaki og seta út í kortið.
Og væntar tú tær okkurt skotið, nú tú ert blivin formaður fyri Javnstøðunevndina?
Ja, mann ikki tað. Kanska Óli P. fer at tekna meg í brósthaldarum...