Kári spyr Karsten um TAKS

Kári P. Højgaard hevur sent skrivligan fyrispurning til Karsten Hansen um ætlaðu flytingina av Toll- og Skattstovuni – ella TAKS – og Eysturoyar- og Norðoya økinum

Verða ætlaðu bygnaðarbroytingarnar á Toll- og Skattstovu Føroya framdar, so deildirnar í Saltangará og Klaksvík verða niðurlagdar og nýggj deild opnar í Gøtudali ?

Hevur Karsten Hansen somu áskoðan um fyrimunir og vansar við at niðurleggja tvær vælvirkandi høvuðsdeildir hjá Toll- og Skatt og flyta hesar út um fjølbygt øki ?

Kann hugsast at landstýrismaðurin í staðin tekur stig til at hesar báðar deildirnar halda fram, har tær eru í dag, og í staðin verða mentar og styrktar, so tær framhaldandi kunnu veita eina góða tænastu so nær borgarunum sum gjørligt.

Er nakað í nýggjastu tíðindunum, ið eru farin at ganga sum rótasúpan, at deildin hjá T&S í Saltangará ikki flytur í Gøtudal, men skal flytast heilt til Klaksvíkar.

 

Í viðmerkingunum vísir Kári P. Højgaard á, at nógv órógv stóðst av ætlanini hjá undanfarnu samgongu at gera umfatandi bygnaðarbroytingar á Toll- og Skatt í Norðurøkinum.

- Síðan Norðurøki bleiv samanlagt 1. November 2005 er onki hent. Arbeitt verður undir sera trongum hølisviðurskiftum í Saltangará við 21 starvsfólkum á deildini. Í Klaksvík eru 15 starvsfólk, íroknað ein persón á kolvetnisskattadeildini.

- Deildirnar í Klaksvík og Saltangará liggja í næst og triðstørsta býi í Føroyum. Her er fólkatættleikin størstur við nógvum virksemi á havnaløgunum, altjóða skipaferðslu og tollavgreiðslu, skrivar tingmaðurin.