Kári stýrdi undan Kára

Kári á Rógvi, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, váttar fyri Kringvarpinum, at hann vildi hava fiskidagarnar í eina serliga nevnd fyri at sleppa undan Kára P. Højgaard, sum er talsmaður floksins í vinnumálum.

Tað var Kári á Rógvi, sum bar fram hugskotið um eina serliga grein 25 nevnd at viðgera fiskidagarnar.

- Mín fiskivinnupolitikkur er politikkur floksins. Eg reki tann politikkin, sum flokkurin hevur samtykt. At onnur í flokkinum siga nakað annað, er helst tí, at valfjáltur er komin á tey, segði Kári á Rógvi við Kringvarpið í gjárkvøldið.

Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum upplýsti, at endamálið var eisini at lyfta málið upp á hægri stig, so øll vita, hvør føroyski fiskivinnupolitikkurin er.

Landsnevndin í Sjálvstýrisflokkinum hevur fund um fiskivinnustríðið í flokkinum hósdagin.