Ákærin krevur 33 ára gamla hálvt ár í fongsul

Ákærin krevur 33 ára gamla mannin ídømdan seks mánaða fongsul, men verjin krevur frídøming og hægst ein til tveir mánaða fongsul. Tað var tað, sum kom fram á rættarfundinum í dag

Í dag varð sokallaða “proceduran” móti 33 ára gamla manninum gjørd. Hann hevur tveir rúsevnisdómar frammanundan – ein frá 1995, tá hann smuglaði eitt hálvt kilo av hassj til Føroya, og ein frá 2004 fyri at hava smuglað 209,5 gramm av hassj til henda vegin
Tríggjar ákærur eru ímóti 33 ára gamla manninum í hesum stóra narkomálið, og fevna tær allar um hassj. Ákærin krevur eitt hálvt ár fongsul til 33 ára gamla mannin, tí hann hevur líknandi dómar frammanundan.
Verjin metti hinvegin hetta vera alt ov mikið. Frídøming ella hægst ein til tveir mánaða fongsul var hennara krav. Hetta grundaði hon á, at ákærurnar vóru so leysar, tí tær bygdu á avlurtingar, har fólk sita og reypa og skrøgga um hassj.
– Nær er tað meiri sannlíkt, at fólk siga satt, tá tey sita skeiv og full og reypa í flokki, ella tá tey eru frísk og væl fyri í rættinum, spurdi eini verjin.

Smuglað 700 gramm av hassj
Fyrsta ákærin móti manninum gongur uppá, at hann saman við høvuðsákærdu kvinnuni hevur smuglað 700 gramm av hassji til Føroya. Verjin metti tó ikki, at grundarlag var fyri hesum pástandi.
Aftrat hesum vóru tvær aðrar ákærur, har 33 ára gamli maðurin í fyrru ákæruni skal hava hjálpt til at keypt 300 gramm av hassj og roynt at smugla hetta til Føroya. Í seinnu ákæruni skal hann hava gjørt eina roynd at keypa 300 gramm av hassji í Føroyum. Eisini hesar báðar ákærurnar metti verjin, at dómarin átti at síggja burtur frá, tí grundarlag var ikki fyri teimum.