Kórkonsert í Fuglafjarðar kirkju sunnudagin

Fyri trimum árum síðani var Leif Martinussen, organistur og tónasmiðjur, og Ole Reuss Schmidt, organistur og kórleiðari, á vitjan í Føroyum og hildu orgulkonsertir í Fuglafjarðar kirkju og Christianskirkjuni. Hetta var í mai - ein stak sjáldsom konsert, har Svafa Thorhallsdottir, íslendsk sopran, sang t. d. nýgjørd løg á føroyskum og íslendskum, sum Leif Martinussen hevði tónsett.

 

Nú kemur Ole Reuss at vitja við kóri sínum , Euphonia. Hann er organistur við Korsvej kirkju, Sirgæsvej 81 í Kastrup. Kórið fer at hava konsert í Fuglafjarðar kirkju, sunnukvøldið 24. apríl kl 19:30.

 

Kórið hevur eisini konsert fríggjadagin, 22. apríl, kl. 19:30 í Vesturkirkjuni og leygardagin, 23. apríl kl. 16:00 í Christianskirkjuni.

 

Ole Reuss fer at spæla upp á orgul: Toccata av Bach, Fuga í F-dur, BWV 540. Kórið fer at syngja verk av tí týska renæssancukomponistinum, Melchior Franck (1579-1639) og tí italienska tónaskaldinum, Palestrina(1525-1594) og sálmasang fara vit eisini at hoyra.

 

Í kórinum eru 13 væl skúlaðir sangarar, sum syngja sum Guðs einglar.