Kærleikskúlan er sprottin úr Hoyvíkshaganum

Eli Smith, listamaður, hevur sniðgivið kærleikskúluna í ár

Tað er listamaðurin Eli Smith, sum hevur sniðgivið Kærleikskúluna í ár, og hann hevur givið henni navnið "Fevna".

Kærleikskúlan 2020 varð avdúkað á Listasavni Føroya fyrrapartin í dag, og tað varð Rutt Thomsen, ið fekk fyrstu kærleikskúluna í ár.

Á Kærleikskúluni er vatnlitsmynd av einum spógva í náttúruni, og inni í kúluni er eitt spógvareiður. Hugskotið til myndina er sprottin frá góðum summarkvøldum í Hoyvíkshaganum, sigur Eli Smith.

##med2##

– Myndin er gjøgnumskygd, transparent. Á botninum í kúluni er eitt trývíddað - eitt trýdimensionalt - spógvareiður, sum er myrkur sandur úr Søltuvík. Í reiðrinum eru tey trý eggini úr lekasteinum.

– Kúlan er framleidd í Kina, so sigast kann, at sandurin úr Søltuvík hevur verið eina longri ferð.

– Eg vil loyva mær at navngeva Kærleikskúluna 2020 við sagnorðinum "Fevna". Tí eins og fuglurin fevnir um síni, so fevna tey á Dugna í kærleika menniskjum við at stimbra tey soleiðis, at tey kunnu fáa eina virkna tilveru, segði Eli Smith, sum sniðgav kærleikskúluna 2020.

##med3##