Ákæruvaldið góðtekur dómin

Norska ákæruvaldið boðaði á tíðindafundi fyri løtu síðani frá, at tað fer ikki at kæra dómin, sum tingrætturin í Oslo feldi í málinum ímóti Anders Behring Breivik í morgun.

Stutt frammanundan hevði Breivik fingið sama spurning, tá dómararnir vóru lidnir at lesa grundgevingarnar fyri dóminum. Hann endurtók, at hann viðurkennir ikki rættin, og av tí sama kann hann heldur ikki viðurkenna dómin. Hinvegin kann hann heldur ikki kæra dómin, tí ger hann tað, er tað tað sama sum at viðurkenna rættin, segði hann.

Dómarin helt ikki svarið vera nóg greitt og bað verjan Geir Lippestad fáa greiði á, hvat svarið hjá Breivik var. Eftir at teir báðir høvdu tosað saman eina løtu, segði Lippestad, at Breivik fer ikki at kæra dómin.

Dómarin gjørdi vart við, at hetta er ikki tað sama sum at siga, at hann fráfellir rættin at kæra, og tí staðfesti hon, at Breivik vil hava tíð til at hugsa seg um, men at hann hevur sagt, at hann fer ikki at kæra dómin.