Kós Fólkating!

Hvat lærdu vit?
Hevði hetta fólkatingsvalið nakað nýtt við sær, sum vit ikki vistu av framanundan? Er nakað nýbrot at hóma? Kári á Rógvu vísti í seinastu Tinghellu á, vit vanliga velja mótsatt av løgtingsvalinum, og tað er okkara lyndi. Tað er eisini rætt at so er. Eitt nú í USA kemur ofta fyri, at forsetin er úr einum flokki, meðan meirilutin í kongressini er úr øðrum. Jóannes Hansen vísir á, at talið av uppstillaðum valevn-um er serstakliga stórt, tá talan bert er um tveir sessir. Her sær tað út sum flokkarnir hugsa, at sterkasta flokksuppstilling gevur flestar atkvøður,og soleiðis einum í flokkinum sessin á Christiansborg.
Øðrvísi uppstilling?
Hinvegin hava fleiri víst á, at úrslitið talar fyri at veljarin ikki bert velur ein og hvønn í flokkinum, tí landsstýrismenn, sum ongin roknar við tekur sæti á Fólkatingi, vunnu sær ikki nógvu atkvøðurnar. Tí kann tað verða nakað um tað, at flokkarnir kanska áttu at umhugsa als ikki at stilla valevnir upp, sum helst ikki fara at taka av sessinum kortini. Løgmaður Jóannes Eidesgaard valdi eina millumloysn við at vera á listanum, men greitt og erligt boða frá, at hann ikki fór at taka av sessinum, um so var at Javnarflokurin fekk tað eina sæti, og hann flestu atkvøðurnar. Fyri at avgera hvønn bógv leggjast skal á, er neyðugt at avgerða um vit vilja velja einstakar persónar, sum senatorar ella vit velja flokkar. Vist hugsar veljarin eisini um persónin, tá hann setur krossin, tó at ein partur ikki ger tað, og bert velur flokkin. Tað er eisini so, at valdi persónurin sjálvur hevur stóra ávirkan á, hvussu fólkatingssessurin verður brúktur. Við at hava floksskipan til valið, er raðfest hvør kann taka sæti, um fyrst valdi ikki kann. Við at hava flokskipanina virknað til fólkatingsvalið, hevur valda umboðið somuleiðis ábyrgd mótvegis flokki sínum, og harvið meiri rótfesti í føroysku skipanini. Ein loysn er sjálvsagt, at flokkarnir avmarka uppstillingina. Í Grønlandi vóru t.d. bert 16 valevnir, men lokalfeløgini detta burtur-ímillum í okkara skipan, um tey einki umboð hava. Spurningurin er so, um tað ger nakað til fólkatingsvalið.
Broytingartíð
Vallutøkan var rímiliga stór hesa ferðina, og valið nakað merkt av, at Danmark úteftir er í einari stórari broytingartíð, serliga hvat ES viðvíkur. Eg vísti sjálvur á í Tinghellugrein undan valinum, at valið í Føroyum minti mest um eitt val til eitt federalt kamar, har málini sum tikin fram vóru, snúðu seg um okkara viðurskifti úteftir, ES; uttanríkisheimildir og um møguleikarnar úteftir sum heild. Fólkatingsval í Føroyum snýr seg als ikki um vanlig innlendis mál. Sum Pauli Ellefsen vísti á í útvarpsins valsending, so bleiv so lítið at gera hjá føroysku fólkatingsumboðunum, tá so nógv málsøkir vórðu yvirtikin.
Valið í Danmark - inneftir
Valið í Danmark var bert um Danmark inneftir. Føroyar og Grønland vórðu ikki nevnd. Men heldur ikki var ES ella Danmark úteftir við í valstríðnum, hetta hóast Danmark er partur av hersetingarvaldinum í Irak og júst hevur tikið sæti í tí mæta og valdsmikla ST trygdarráðnum sum, um nakað, gevur Danmark møguleika at styrkja sær um altjóða profilin. Men so skjótt valið var av, kom altjóða leiklutur Danmarkar á skránna í samráðingunum millum flokkarnar um kósina tey fýra komandi árini.
Sum eg royndi at vísa á í valstríðnum, tyktiskt valið í Danmark og Føroyum als ikki at vera sama val. Evnini, sum umrødd vóru, vóru ikki tey somu, endamálið við sessinum ikki tað sama, politikarar í Føroyum blivu ikki nevndir í Danmark ella øvugt.
Danmark er Danmark
Donsku fjølmiðlarnir vístu á, at 10 flokkar stillaðu upp til fólkatingsvalið og allar kanningar eru hættaðar soleiðis at 175 sessir eru í Fólkatinginum. Sjálvt á heimasíðuni hjá Indenrigs-minsteriet danska, er talan bert um 175 sessir og 10 flokkar og 103 valdømir, um hugt verður at høvuðssíðunum um valúrsliti. Talan er sostatt í Danmark um eina breiða fólksliga og fyrisitingarliga fatan av, at Danmark, eisini tá talan er um grundlógarliga Fólkatingið, bert er Danmark. Føroyar og Grønland er als ikki við í hesum spæli og ikki taldar við í kanningum og uppgerðum. Føroyar og Grønland koma bert við í hetta spælið, um teirra atkvøður kunnu gera mun, og tað gera tær ikki hesa ferð. Eg kom sjálvur í tí margháttligu støðu, at donsk fjølmiðlafólk ringdu og spurdu um valið í Føroyum. Tey skuldu hava eina grein klára, um tey norður-atlantisku umboðini gjørdust áhugaverd. Men tí tey ongantíð gjørdust annað enn ein týdning-arleysur viðfáningur, fóru greinarnar í ruskspannina, áðrenn bløðini fóru til prentingar. Mín meting er, at hesi viðurskiftir stuðla undir mína niðurstøðu, at talan illa kann verða um sama val. Føroyar velur til eitt federalt kamar, meðan Danmark velur til sítt tjóðarting. Formliga er hetta sjálvsagt ikki so, men tað sum av báðum pørtum verður lagt í skip-anina, tykist at undirbyggja hetta. Annað dømi er sonevnda formannsrundan, har formennirnir í donsku flokkunum taka lut beinleiðis. Men har eru eingi umboð fyri føroyskar ella grønlenskar flokkar, sjálvt um hesir flokkar hava verið, og í prinsippinum kunnu verða, avgerðandi fyri hvør stjórn kann skipast. Í Føroyum er eisini ein formannsrunda, har umboð fyri føroysku flokkarnir eru til staðar. Har verður tosað um hvussu fólkatingsumboðanin kann brúkast.
Hesi dømi eg her havi tikið fram, eru alramanna vitan, og einki slóðbrótandi í sjálvum sær, men samanlagt vísir hetta fólksligu fatanina av Fólkatinginum, at talan ikki er um eitt eindarting fyri allan ríkisfelagsskapin.
Innlendis- og uttanríkismál
Sum sagt er tað púra greitt, at valstríðið í Føroyum snúði seg um mál úteftir. Ein kundi eisini hugsað sær at kjakið átti at havt við, hvussu ikki yvirtikin málsøkir skulu handfarast. Har var lítið konkret frammi. Stríðið í Danmark fór hvørki út um í altjóða viðurskifum, og heldur ikki út í Ríkið viðvíkjandi Føroyum og Grønlandi. Tað merkir, at hóast Fólkatingið er eindartingið í Ríkisfelagsskapinum, har Føroyar, Danmark og Grønland eru umboðaði, so sær hetta út sum ymisk val og við ymiskum flokkum.
At tað í Danmark verður løgd áherðsla á innlendismál og uttanríkismál í Føroyum, hevur ein annan trupulleika við sær. Altjóða samfelagið hevur verið undir støðugum broytingum seinastu árini og í dag er um-fatandi samstarv millum lond um nærum øll málsøki, sum her verða styrkt við t.d. vitan, nýhugsan, gransking og samstarvi. Hetta hevur við sær, at tað ikki longur lættliga ber til at skilja millum uttanríkis- og innlendis politikk. Flestu málsøkir hava í dag ein uttanríkispart, sum er sera umráðandi, serliga hjá teim smærru londunum, fyri at kunna verða við í altjóðagerðini. Tað tykist eisini sum um tað er ein rímilig semja í Føroyum, at vit skulu hava størri uttanríkisheimildir á yvirtiknum málsøkjum, men hetta er heldur ikki bara sum at siga tað. Politikkur er í stóran mun ein spurningur um neyðsemjur (kompromis) og rossahandlar, har tað verður tikið og latið. Tað vil siga, at Danmark ger neyðsemjur, fyri at røkja síni áhugamál á ymsum økjum. T.d. kann Danmark slaka í málum um umhvørvi, fyri fáa ynskta semju um fríhandil. Ella fara í kríggj, fyri at fáa part av avtalum um at endurbyggja Irak, og soleiðis verða undirveitari til tað almenna USA, og kanska serliga amerikanska herin. Vilja vit røkka nakað altjóða undir verandi leisti, er tað sum partur í hesi skipan við neyðsemjum. Sum dømi kann nevnast at handilsavtalan við millum Danmark og Brasil sum læt dyrnar upp fyri føroyskum klippfiski í Brasil skuldu danir keypa kaffi úr Brasil fyri at teir lótu upp fyri klippfiskainnflutninginum, sum so kom at verða úr Føroyum.
Samansettur eindarstatur
Danska skipanin er enn av tí fatan, at Danski Ríkisfelagsskapurin er ein samansettur eindarstatur av Danmark, Grønlandi og Føroyum. Men sum dømini í greinini vísa, so er hetta langt burtur frá fólksligu fatanini. Partarnir í ríkisfelagsskapinum virka sum tríggir, og ikki sum ein partur. Formliga eru viðurskiftini afturútsigld, tí Føroyar eru eitt valdømi, sum eigur tvey umboð í Folkatinginum, og at hesi bert telja við, um tað stendur á jøvnum millum flokkarnar í valdømunum í Danmark.
Tí er tað heldur ikki bara sum at siga tað, tá sagt verður at før-oyskir fólkatingspolitikkarar bert skulu taka sær av føroyskum viðurskiftum. Nógvar av avgerðunum um donsk innlendis-viðurskifti hava beinleiðis ella óbeinleiðis ávirkan á føroysk viðurskifti, tí avgerðirnar eisini tengja altjóða partin at sær.
Per Stig Møller kann við sínum treiskni tvíhalda um, at drotningin ikki kann býtast í trý, tí er Danmark ein eindarstatur. Hetta er ein hugsan, sum hvørki er í tráð við føroyska ella danska fólksliga veruleikan og fatanina av viðurskiftunum. Viðurkendi danski søgufrøðingurin Uffe Østergaard brikslar longu í 1996 donsku miðsavnandi løgligu statsfatanina, sum heldur fast um at Heimastýriskipanirnar eru eitt kuriosum, og tí ikki hava ávirkan á Danmark sum eindarstat.
Fyri Føroyingar snýr fólka-tingsvalið seg um hvat gerast kann úteftir, og tað merkir ikki bert í mun til Danmark, men eisini longri. Tað nýggja er, at fullveldisvongurin fekk báðar sessirnar, um vit velja at tulka soleiðis. Velja vit hinvegin at siga, at tað var andstøðan og so álitisváttan til Annfinn, fyri mista løgmanssessin, men eisini sum samgonguumboð, so er ikki so nógv nýtt í tí kortini.
Broytingar í Danmark
Valið í Danmark hevði tó broytingar við sær. Hvørki Cemtrumdemokratarnir ella Kristiligu Demokratarnir komu inn, og tá Radikale Venstre hevur sagt, at flokkurin ikki fer í stjórn við Venstre-Konservative, so er miðjan vekk. Báðir stuðulsflokkarnir Konservativu og Radikalu høvdu framgongd, sum vísur at veljarin ikki heilt er fallin fyri sonevnda forsetavalsfrymlinum.Harafturat varveitti Dansk Folkeparti ikki bara sína støðu, men styrkti hana.Hinir flokkarnir hava ikki tora at tikið fram trupul mál sum útlendingapolitik upp í tøkum tíma og tí hevur hesin, eftir mínum tykki ódámligi flokkur, fingið pláss og stuðul frá teimum, sum kenna seg ótryggan av broytingum. Sigast skal eisini, at flokkurin helst eisini fær nakað fyri at verða ímóti ES. Alt valstríðið var merkt av, at flokkarnir høvdu innanhýsis semjur um hvat valið ikki skuldi snúgva seg um. Valið kom fyri almenningin at verða ein dystur um at lova sum mest fyri at keypa veljaran, og fá eru tey sum trúgva at øll lyftini verða hildin. Men valið kostar eisini formonnum í tapandi flokkunum sessin og koppaði hetta valið nógvum formonnum, sum vóru noyddir at ásanna at valið var alt annað enn nøktandi.
Kanningar
Fjølmiðlarnir valdu eisini at leggja sera stóra áherðslu á veljarakanningar og hvat veljarar hjá ymsu flokkunum ynsktu, heldur enn at royna at fáa eitt veruligt politiskt kjak. Kanska bleiv hetta so, tí flokkarnir vóru so fastlæstir. Men hesin háttur at viðgera politikk, er eftir míni sannføring farin út um alt mark. T.d. verður spurt um ymisk nágreinilig mál millum flokslimir, tinglimir, ráðharrar og floksveljarar. Haðani verður so niðurstøða gjørd. Hetta hevur fleiri trupulleikar við sær. T.d. eru hesar kanningar sera óálítandi og ofta er spurnararbeiði gjørt av lesandi, sum fáa pening fyri hvønn spurdan einstakling. Hetta ger tað freistandi at snýta fyri at fáa meira í løn. Tvs. at spurnarbløð verða avgreidd, uttan at tað veruliga verður tosað við nakran.
At slíkar kanningar og ávirkanin av teimum ikki verður meira kritiserað, er partvís tí hetta gevur nógv arbeiði til fólk við samfelagsvísindaligum útbúgvingum, og at hetta gevur fjølmiðlunum eitt kanningaramboð, og soleiðis enn meira arbeiði til tey, sum áttu at verið kritisk. Men hetta er heldur ikki bert galdandi fyri fjømiðlarnar, tí flokkarnir í Danmark, eins og í nógvum øðrum londum, gera somuleiðis slíkar kanningar, fyri at vita hvør boðskapurin selur, hvønn flokkurin skal ávirka og hvar, fyri at fáa fleiri atkvøður.
Eydnutíð hava vit ikki hendan trupulleikan í Føroyum. Landið er ov lítið til at tað ber til at hava stovnar, sum liva av slíkum kanningum. Sigast skal tó, at styrkin í sovorðnum kanningum er, at nærri samband kann fáast millum fólkslig ynskir og politikkaran. Kanningarnar hava tó ofta sett spurningarnar á ein hátt, sum kann verða misvísandi og tí ikki vísir veruligu fólksligu meiningina. Tí er tað eitt av stóru krøvunum til nýmótans politikkaran, at hann dugir at síggja hvat er í hesum kanningum, líkamikið um talan er um veljara- ella meiningakanningar. Annars enda vit við at fáa designproffessionellar politikarar uttan sál. Hetta kann gera at vit fáa miðalpolitikara sum er útbúgvingarliga betri fyri, enn teir eru í dag, og eisini er teknokratiskur. Vandin er at vit missa statsmennirnar, tí tað eru statsmennirnir sum lyfta eitt samfelag framum annað, og sum syrgja fyri nýbrotum, sum betra heimin. Tí er tað ein álvarsligur demokratiskur trupulleiki at brúka slíkar kanningar uttan fyrilit. Staðfestast má kortini at tær eru ein partur av nymótans politikki, og tí eru tað serliga flokkarnir og fjølmiðlarnir, sum skulu taka hesar við fyrivarni, og læra at brúka tær fyri at koma nærri fólkinum á ein skynsaman hátt.
Um mett verður eftir veljarakanningum, var hesa ferð ikki stórur áhugi fyri fólkatings-valinum í Føroyum. Men hóast tað, so bleiv ov nógv lagt í hana Gallup Føroyar hevði gjørt fyri Útvarpið. Veljarakanningar eru ikki annað enn kanningar, og skulu heldur ikki verða meira. Tá talan er um slíkar kanningar, sum byggja á svar frá einum ávísum brotparti av fólkinum, er hetta altíð við fyrivarni. Her er nógv at taka hædd fyri; t.d. hvussu verða tey spurdu vald, hvussu verður spurt, hvat verður spurt um, hvussu nógv verða spurd, og eru tey landafrøðisliga umboðandi.
Hvat lærdu vit?
Samanumtikið kunnu vit við at hyggja eftir fólkatingsvalinum í Føroyum og Danmark siga, at sæð uttanifrá sær tað ikki út sum sama val, ella eitt val til sama parlament, tí talan tykist um ymisk endamál og fatanir Valið hevur í Føroyum sett spurnartekin við, um hvat vit skulu brúka fólkatingsumboðanina til, og hvørjir persónar skulu stillast upp, men settu eisini avbjóðingarnar frá útheiminum á skránna Í Danmark hevur valið broytt politisku myndina munandi, tí miðjan at kalla er burtur og høgravendi óstortligi flokkurin Dansk Folkeparti staðfesti ikki bara sína støðu, men styrkti hana. Hetta er m.a. tí at hinir flokkarnir ikki rúma avgerðirnar, sum krevjast viðvíkjandi fremmandum, so í staðin fyri eina virðiliga loysn, gerst samfelagið meira populistiskt høgravent. Ein partur kann tó eisini vera, at flokkurin ikki er ES vinarligur. Valið í Danmark bleiv harafturat stýrt av spunasmiðum og meininga- og spurnarkanningum, og gjørdist á henda hátt keðiligt, ja næstan eitt bakkast fyri fólkaræðið. Einasti møguleikin fyri at føroysku umboðini fáa avgerðandi ávirkan á Fólkatingi tykist at verða um vald umboð í samgonguflokkunum í størri mun skikka sær illa. Í undanfarna valskeiði, blivu trý umboð blivu tveitt ella kroyst úr flokkinum Vinstra, tí tey ikki skikkaðu sær nóg væl. Hin møguleikin er at Dansk Folkeparti elvir til t.d. eina rasistiska gølu, sum ger at tað ikki ber til hjá Vinstra og Konservativu at samstarva við flokkin, men mugu fáa sær meiriluta við at samstarva við Radikalu og norðuratlantisku umboðunum. Hesir møguleikar tykjast tó veruleikafjarir.