Kósin sett norðureftir

Í dag, Hósdag, stevnir eitt lið av norðurlendskum tíðindafólki norðureftir ímóti Alta í norður Noregi. Norðurlendska Journalistsentrið í Århus og Nordisk Informationskontor í Alta skipa fyri og við í ferðini eru eisini umboð úr Føroyum. Hetta er eitt sonevnt umhvørvisseminar, har ein umframt ferðaupplivilsi, eisini fær vitan og kunning um livilíkindini og umstøður í økinum

Dagfinn Olsen


Kósin er stungin út í kortið, tá norðurlendsk tíðindafólk hósdagin hittast í Oslo. Haðani liggur leiðin norðeftir til Alta í Finnmørkini, har eitt sonevnt umhvørvis seminar er á skránni.

Úr Føroyum eru Útvarp Føroya og Tíðindablaðið Sosialurin umboðaði á ferðini til Finnmørkina. Tað vera ávikavist Helgi Jacobsen og Dagfinn Olsen, ið umboða Føroyar á ferðini.

Norðurendin á Noreg er ikki stað, ið øll kunnu breggja sær av at hava verið. Føroyskir sjómenn kenna nógvir henda part av Noreg, men vanligi føroyingurin, ferðamaðurin, leitar kanska oftast á sunnari breiddarstig, tá ferðaskjáttan er pakkað og frítíðin stendur fyri durðum.

Økið í Finnmørkini er kanska eisini heldur ókent í hugaheimi okkara. Kunnleikin hjá føroyingum um samar, og umstøður teirra, er helst avmarkaður. Ein kann eisini hava varhugan av, at økið, har teir búleikast, kennist kanska eisini fjart og ikki gestablítt í okkara hugaheimi.


Liva við og í náttúruni

Tá ein er so norðaliga, so er ein í artiskum øki. Ein yvirskriftin fyri seminarið (ella vit kunnu kalla tað skeiðið), er eisini, hvussu ein livir við og í náttúruni í artiska partinum av norðurlondum.

Sum føroyingar kanska ikki hava so torført við at skilja, so er umráðandi at fara væl við náttúruni. Hetta ger seg galdandi á nógvum økjum. Eittnú liva fólk í artiska partinum av Norðurlondum í tøttum sambandi og samstarvi við náttúruna. T. d. eru veiðimenn og smar gera eisini nógv við reinsdjórahald. Men eisini hava tey fingið eyguni upp fyri, at umráðandi er duga at hava ymiska vinnu, uttan at oyðileggja. Tað kann vera ferðavinna ella onnur vinna.

Náttúran er stórsligin, men hjá einum, ið ikki er vanur við villu víddirnar og kuldan, kann hon nærum tykjast ræðandi.

Fyrireikararnir fyri umhvørvis skeiðið siga, at náttúran setur eina harða dagsskrá, men teir vóna, at luttakararnir á ferðini eisini gerast betri kunnaðir við økið.


Á kavascootara

Á ferðini fáa tíðindafólkini nógv at vita. Fyrilestrarnir eru mangir, men tíðindaliðið sleppur eisini at royna seg. Longu fyrsta kvøldið verður farið á kavascootara út at vitja samarnar og at fáa ein góðan bita av reinsdjórakjøti frá teimum. Hóast kuldin kann tykjast lemjandi, eini 15, kanska 20, minus stig, so búgva tíðindafólkini náttina í samatjaldi.

Ymsar aðrar útferðir eru á skránni hjá tíðindafólkunum, ið koma úr Grønlandi, Danmark, Føroyum, Íslandi, Russlandi, Noreg, Finnlandi, og Svøríki


Alta

Býin Alta hava mong hoyrt um. Navnið gjørdist av álvara kent, tá stríð tók seg upp um útbyggingina av Altaelva. Í dag, meira enn 10 ár eftir, at orkuverkið í Sautso varð liðugt, er stríðsøksin grivin og byrgingin hevur víst seg at hava atdráttarmegi. Ferðafólk í hópatali ferðast norðureftir at síggja byrgingina. Saman við øðrum merkisstøðum, dregur 110 metur høga byrgingin fleiri túsund ferðandi árliga.

Navnið Alta kemur ætlandi frá samiskum, Alphi, ið merkir ein svani. Í ártúsund hevur bygdin innast í Altafjørðinum drigið fólk at sær. Fruktagott og grønt er, so Alta hevur verið ein lýggj oasa í køldu Finnmørkini.

Síðstu fimti árini hevur Alta ment seg frá at verða landbúnaðarbygd, til at vera fólkaríkasta kommuna í Finnmørkini.

Fram til sunnudagin, verða tíðindafólkini kunnað um henda artiska partin av Norðurlondum, umframt, at tíðindaliðið sleppur útferðir, har tilber hjá tí einstaka sjálvum at síggja og uppliva.

Onkutíð verður tikið til, at einki er at skriva heim um. Soleiðis verður neyvan á hesi ferðini til kavakløddu Finnmørkina, so vónandi verður kuldin ikki so nógvur, at pennar og knappaborð frysta og bandupptakarar og myndatól ikki vilja mala.

Vónandi eydnast við myndatólum at fastfrysta upplivilsi og gerandislív. Og vónandi spyrst burturúr ein túrur, við fløvandi, gevandi og spennandi uplivingum, ið verdar eu at skriva heim um.

Eftir tilfarinum og upplegginum frá fyrireikarunum at døma, so er einki at ivast í, at so verður.