KÍ skikkaði sær best

Fyrsti heiðurin á ársins-tiltakinum er nú latin - tað er KÍ, sum hevur vunnið Fair Play-steypið

Ársins leikarar, venjarar og dómarar í føroyskum fótbólti verða í kvøld heiðrað á Hotel Brandan, har Miðlahúsið og FSF saman skipa fyri hesum árliga tiltakinum.

Fyrsti heiðurin er nú latin. Hetta var fair play-steypið, og í ár fór hesin til KÍ.

- Hetta var ikki tað, sum málsetningurin var áðrenn kappingarárið, segði ein skemtandi KÍ-venjari, Mikkjal Thomassen, tá ið hann tók ímóti steypinum.

Tiltakið heldur fram næstu tveir tímarnar og kann hoyrast beinleiðis á FM1. In.fo leggur eisini út so hvørt ein heiður verður latin.