Kanska hevur tað ongantíð higartil í ár verið so stórur munur á tveimum liðum, ið hava dystast, sum tað var í kvøld, tá ið føroyameistararnir í KÍ vunnu 6-0 í góðveðri í Vika á Argjum. Hálvleiksstøðan var 3-0.
Frá byrjan vóru KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen, ársins spælari í fjør, Jóannes Bjartalíð, og Páll A. Klettskarð á KÍ beinkinum.
Beinanvegin eftir steðgin loysti Jóannes Bjartalíð Deni Pavlovic, og Jóannes Bjartalíð skoraði tvey mál. Tað fyrra við brotssparki og tað seinna við skoti úr høgru. Bólturin fór umvegis AB miðverja og stólpa í málið, og so var tað 6-0, og Jóannes Bjartalíð er toppskjútti við sjey málum.
Boris Dosljak átti 5-0 málið, tá ið hann snilt lyfti bóltin upp um AB málverjan.
Síðsta korterið høvdu klaksvíkingar eina rúgvu av málmøguleikum.
Tann síðsta málmøguleikan átti AB, men Kristian Joensen í KÍ málinum stórbjargaði, tá ið Bjarki C. Nielsen royndi seg úr góðari støðu.
Saman við málverjanum Silas Eyðsteinsson var Bjarki C. Nielsen tann AB spælarin, sum tað glógvaði í.
Ole Erik Midtskogen stútaði til 1-0 eftir horna frá Patrik Johannesen úr høgru.
Ísak Simonsen økti til 2-0 við rimmar langskoti eitt vet úr høgru og dygst inn við handara stólpa.
3-0 málið skoraði Ole Erik Midtskogen, tá ið AB misti í egnum brotsteigi, og Ole Erik hevði opið mál.
Næstu ferð fær KÍ vitjan av NSÍ, og AB skal til Fugalfirðar.