Upptakt
Sum vit skrivaðu í týsdagsblað okkara, so er nú líkt til, at restin av kappingarárinum verður ein oyðimarkargonga hjá runavíkingum, sum at síggja til hvørki kunnu røkka einum ella øðrum.
Seks dystir eru tó eftir, og einki er at ivast í, at runavíkingar ætla at fáa sær úrtøku úr hesum. Fyrstur av hesum er heimadysturin móti KÍ, og í øllum førum eru fortreytirnar hjá runavíkingum undan dystinum hampuliga góðar.
Djóni N. Joensen var burturstaddur, tá NSÍ taptu fyri B68, men hann verður so í øllum førum við aftur. Hinvegin er tað heldur ivasamt, um Brynjálvur Nielsen og Dánjal Hansen verða tøkir. Báðir fingu teir smærri snuddir á Toftum, og eru ikki førir fyri at venja við fullari ferð.
KÍ stevnir framá
Í Klaksvík er einki at ivast í, at fótbóltshýrurin nú er betri, enn hann hevur verið leingi. Síðani summarsteðgin hevur liðið fingið tveir sigrar á rað, og nú eru fólk so smátt farin at tosa um heiðursmerki.
Hetta tykist tó ikki rína við venjaran, Tomislav Sivic, sum sigur at teir í øllum førum mugu vinna í Runavík, um so skal vera.
- Lat okkum nú síggja. Vit hava framvegis fleiri týdningarmiklar dystir eftir, og fyrst og fremst mugu vit vinna dystin í Runavík heldur hann.
Tomislav hevur annars at kalla allar sínar mans tøkar. Hjalgrím Elttør fekk onkran snudd á landsliðsferðini til Jugoslavia, og hóskvøldið var enn ikki greitt, hvussu álvarsamt hetta var. Hópurin hjá KÍ er ikki hin breiðasti í landinum, so tey vóna, at tað fer at bera til hjá evnaríka leikaranum at verða við. Annars tykist talan verða um sama fólk, sum var við í sigrinum á VB fyri viku síðani.