KÍ ætlar at keypa tríggjar góðar spælarar

Mikkjal Thomassen vónar, at tað fer at eydnast at styrkja um liðið við einum stuðulsspælara í hvørjari ketuni

Í morgin verður punktum sett fyri fótbóltin heima á landi. 27. og síðsta umfar í bestu deildini verður seinnapartin.

Í kvøld vóru næstbestu liðini hjá NSÍ og KÍ í høvuðsstaðnum. Tey komu bæði til hús aftur sum av torvheiðum. NSÍ tapti 3-1 ímóti Giza Hoyvík, og KÍ tapti 2-1 ímóti HB.

 

Í morgin bresta NSÍ og KÍ saman við Løkin í Runavík. Silvurkrónurnar standa upp á spæl. NSÍ hevur 52 stig, og KÍ hevur 51 stig.

Bæði í fjør og í fyrraárið endaðu silvurkrónurnar í Klaskvík, meðan NSÍ í fjør endaði á fjórða plássi og í fyrraárið vann bronsu.

 

Flestu feløgini hava leingi arbeitt við at fyrireika seg til 2019 kappingina, sum tað verður farið undir um fýra mánaðir. Um tað gongur soleiðis, sum KÍ venjarin vónar, at tað fer at gera, so verður 2019 útgávan av KÍ við trimum nýggjum spælarum, sum tað ikki enn er kunnað um.

-Eg vóni, at tað fer at eydnast okkum at finna tríggjar nýggjar spælarar. Ein til verjuna, ein til miðvøllin og ein álopsspælara, segði KÍ venjarin Mikkjal Thomassen í samrøðu við bolt.fo eftir 3-1 sigur í síðsta heimadystinum í ár, sum var sunnudagin ímóti Suðringum.

 

Tríggir av útlendsku spælarunum, sum hava verið við í ár, fara ikki at spæla við KÍ í 2019. Teir eru Ronni Møller-Iversen, Marko Dusak og Predrag Pocuca, sum allir eru farnir av landinum.

Páll A. Klettskarð fer um nakrar vikur av landinum, og tað tykist vera sannlíkt, at Hørður Askham ikki fer at halda fram í KÍ, har hann hevur spælt tvey tey seinastu árini:

-Vit tosa við Hørð, men tað er møguleiki fyri, at hann fer av landinum í útbúgvingarørindum, sigur KÍ venjarin.

Her á in.fo hevur annars verið róð framundir, at Hørður Askham er á veg í HB.

 

Onkuntíð hevur okkurt nýtt verið at frætta á ársveitsluni. KÍ hevur ársveitslu í annaðkvøld, men tað er ikki víst, at nakað er komið upp á pláss viðvíkjandi nýggjum spælarum.

-Vit eru fegnir um, at Patrik Johannesen nú verður nýggjur álopsspælari hjá okkum. Páll A. Klettskarð fer av landinum nú, og hann verður ikki við frá kappingarbyrjan næsta ár. Kappingin í Italia verður liðug í mai, og tað hevði komið væl við, um Páll tá aftur verður í bláu KÍ troyggjuni. Hann hevur framúr týdning fyri liðið og felagið, bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin, sigur Mikkjal Thomassen, og hann heldur fram:

-Undir øllum umstøðum halda vit tað vera neyðugt at styrkja liðið. Vit arbeiða við at finna nýggjar spælarar – bæði í Føroyum og uttanlands. Tað skulu vera spælarar, sum beinanvegin vera millum stuðulsspælararnar, segði KÍ venjarin sunnudagin í samrøðu við Jákup Ósá á bolt.fo.