KÍ hevur gjørt avtalur við fimm unglingaspælarar, sum skulu verða partur av Formulahópinum hjá felagnum. Spælararnir hava allir spælt á ungdómslandsliðum hjá FSF, og avtalurnar við spælararnir eru galdandi fram til 2009.
Spælararnir, sum hava skrivað undir avtalur við KÍ, eru John Hammer (18), Álvur Christiansen (18), Ári Samson (18), Jógvan Isaksen (17) og Dánial Pauli Lervig (16). John Hammer hevur longu spælt regluliga á besta KÍ-liðnum, og Álvur Christiansen hevur eisini fingið debut á besta liðnum. Hinir tríggir hava fyrsta dystin til góðar, men KÍ væntar sær nógv av hesum spælarum í framtíðini.
- Samstundis sum vit hava fingið nakrar profilar til felagið, sum kunnu styrkja Formulaliðið her og nú, so vilja vit eisini arbeiða langsiktað og skapa eina spennandi og vónandi gylta framtíð hjá KÍ, sigur Aksel Johannesen, nevndarformaður í Sp/f KÍ.
- KÍ hevur gjørt eitt gott ungdómsarbeiði seinnu árini, og tí eru vit í tí hepnu støðu, at vit hava nógvar ungar og evnaríkar spælarar at taka av. Nú hava vit gjørt avtalur við hesar fimm unglingarnar, men tað eru eisini fleiri aðrir ungir spælarar í felagnum, sum kunnu koma upp á tal til 1. liðshópin næstu árini, sigur hann.