KÍ vann stórsigur í toppdystinum

Tað vóru tey bæði fremstu liðini í kvinnudeildini, sum spældu á Argjum sunnudagin. Hóast AB fekk góða byrjan endaði tað við greiðum tapi ímóti KÍ


Tað vóru bert trý stig á muni millum KÍ og AB undan toppdystinum teirra millum á Argjum sunnudagin. AB hevur fingið góð úrslit á heimavølli, meðan KÍ hevur vunnið onkran tepran sigur seinastu vikurnar.
Nakað av spenningi var tí um dystin, og hann gjørdist ikki minni, tá ið AB longu eftir tveir minuttir legði seg á odda 1-0. Men eftir hetta vendin gongdin fullkomiliga. KÍ svaraði aftur tveir minuttir seinni, fór fram um eftir 10 minuttir og skoraði trý mál afturat áðrenn hálvleik. AB minkaði til 5-2 beint fyri steðgin, men í seinna hálvleiki økti KÍ tvær og vann 7-2. Bæði liðini misnýttu harafturat brotsspark.
Málini hjá KÍ skutu Rannvá Andreasen 2, Vivian Bjartalíð, Bára S. Klakstein, Kristina Eyðbjørnsdóttir, Maria Ziskason og eitt var sjálvmál. Málini hjá AB skutu Rannvá Poulsen og Rannvá Jarnskor.
                       
B36 fótaði sær
B36 raknaði viðaftur í kappingini, eftir at liðið hevði tapt tveir dystir á rað í lands- og steypakappingini. B36 spældi á heimavølli ímóti GÍ, sum er væl fyri í ár, og tað eydnaðist B36 at vinna dystin 2-0. Málini skutu Joan Simonsen og Ása Christiansen
EB/Streymur spældi á heimavølli ímóti NSÍ, og tann dystin vann heimaliðið 2-0. Maria í Brekkuni og Rakul Magnussen skoraðu málini.
Seinasti dysturin var í Sørvági, har HB var á vitjan. Heldur ikki hesaferð eydnaðist tað HB at fáa stig, tí SÍ vann dystin 2-0. Ruth Thomassen skoraði bæði málini.