Sama dag fingu vit uppspurt, at talan í veruleikanum var um eitt fótbóltslið.
Teir vóru á vitjan á Orknoyggjum í 1958, og vóru farnir leiðina suður í hav við bátinum "Ørvur", sum Kjølbro í Klaksvík átti.
Eigarin av myndini hevur nú sent okkum øll nøvnini á myndini, og verða tey prentað her:
Aftast vinstrumegin: 1) Herman Dahl, 2) Ludvík Jónsson (Luddi hjá Toda), 3) Kristoffur í Vági, 4) Jens Hansen 5) enskur, 6) enskur, 7) Steinbjørn Jacobsen, 8) Jógvan Jacobsen, 9) Gutti Kallsberg, 10) Jógvan á Høvdanum, 11) Frímann Baldvinsson, 12) Zacharias Lydersen, 13) Sámal Júst Ziska Dahl, 14) enskur og 15) Álvur Klakk.
Sitandi eru teir vm.: 1) Borgarstjórin á plássinum, 2) John Reid Bjartalíð, 3) Poul Jacob Olsen, ið var skipari á Ørvi henda túrin, og Robert Joensen.
sb.