Kabalukynstrið hjá Kerr

Hóast fleiri klóraðu sær í nakkanum, tá tey sóu byrjunaruppstillingina hjá Føroyum ímóti Litava, so prógvaði Brian Kerr, at hann til fulnar meistrar at gera tað óvæntaða – og at fáa úrslit burtur úr tí

FÓTBÓLTUR

 

– Hetta er fantastiskt. Vit høvdu eitt sindur av hepni, men høvdu brúk fyri tí og fingu tvey góð mál. Henda sigurin høvdu vit veruliga uppiborið, og eg haldi, at hann var grundaður á hart arbeiði og ein disiplineraðan innsats, segði føroyski landsliðsvenjarin, Brian Kerr, eftir dystin, ið longu í fjórðu royndini gav honum ein sigur og trý stig.

– Vit hava allir arbeitt sera hart hesa síðstu vikuna. Eg segði fyri nøkrum døgum síðani, at hetta var dysturin, vit skuldu royna at fáa eitt ella trý stig burturúr, men eg veit ikki, um eg hevði skilt, hvussu torført tað fór at verða. Hetta var ein stórur innsatsur yvir alla linjuna.

Ikki minst má sigast, at innsatsurin áðrenn dystin hevur verið til staðar, tí tað skiltist á øllum brøgdum, at Brian Kerr hevði valt at blandað kortini øðrvísi enn vanligt, og kanska var júst tað við til at gera, at tað óvanliga hendi: At Føroyar vunnu!

 

Nógv broytt

Á pappírinum sá støðan hjá Føroyum ikki serliga góð út undan dystinum ímóti Litava, tí tríggir av teimum berandi spælarunum høvdu karantenu. Uttan Fróða Benjaminsen, Boga Løkin og Atla Danielsen noyddist Brian Kerr at gera í øllum førum tríggjar broytingar á sjálvum liðnum, men hann gjørdi tað óvæntaða, tí har vóru ikki færri enn fimm broytingar, samanborið við Eysturríkistapið.

At Jann Ingi Petersen, Jákup á Borg og Jóhan Troest Davidsen komu inn á liðið, var ikki so øgiliga óvæntað. Men hinvegin kløkkaði tað fleiri, at høgra verjusíða var skift út, tí hvørki Jónas Þór Næs ella Egil á Bø fingu afturval, og í staðin spældi Jóhan Troest Davidsen á høgra bakki og Bartal Eliasen byrjaði í miðverjuni.

Helst høvdu tey flestu eisini væntað, at málskjúttin í Graz, Andreas Lava Olsen, fór at byrja inni, men í staðin var Arnbjørn T. Hansen á vøllinum sum fremsti maður, tá ungarski dómarin bríkslaði dystin í gongd.

Tá avtornaði, vísti hetta seg alt at rigga sera væl. Bæði teir, ið komu inn á liðið, vístu seg at taka heilhjartað við avbjóðingini, og teir, ið høvdu fingið afturval, vístu eisini til fulnar, at teir høvdu meira í sær, enn tað hevði sæð út til leygarkvøldið.

 

Talandi avrik

Brian Kerr ásannaði eftir dystin, at føroyska liðið kanska hevði eitt sindur av hepni rundan um síni mál, sum vóru sera góð, men at litavar so sanniliga eisini vóru hepnir.

– Brotssparkið var eftir mínum tykki hart dømt, men vit fingu so tvey góð mál, og tað rakk til sigurin, ið ikki bara er eitt avrik hjá hesum spælarunum, sum spældu í dag, men eisini hjá øllum teimum, sum hava verið á liðnum og rundan um liðið, segði venjarin.

– Men eg vil eisini siga tað soleiðis, at teir, ið fingu kjansin í dag, vístu á vøllinum, hvat teir eru verdir, og at teirra avrik talaði fyri seg.