Tíðindaskriv
Hesaferð verður tað tann annars rokkandi bólkurin Speaker, sum spælir eina akkustiska útgávu av teirra annars vælsvingandi melodiøsa rokktónleiki. Speaker eru annars saman við 48 Pages (áður Monkey Mongolia) í ferð við at spæla seg heitar til Íslandstúrin í apríl.
Annars eru boð eftir báðum bólkunum. Teir spæla fyri Grót í Gøtu leygarkvøldið 14. februar saman við Frostbit. Og 20. februar á Margarinfabrikkini saman við Sic.
Tað er ikki fyrstu ferð, at kafékvøld er á Margarinfabrikkini. Men sum ein liður í virkseminum til tess at fáa tiltøk, sum ung kunnu fara til, er hetta eitt afturvendandi tiltak, har bólkar sum m.a. Páll Finnur Páll og Týr hava spælt fyri ungdómum í einum bæði royk- og rúsfríum umhvørvi.
MARGARINFABRIKKIN KANSKA TAð EINASTA REALISTISKA TÓNLISTARLIGA ALTERNATIVIÐ Í LANDINUM
Tiltakið er ókeypis