Flestallir av landsstýrismonnunum vóru í føroyskum búna, og tað sama vóru makar teirra. Skráin í Tinganesi var eitt sindur avmarkað. Fyrst bjóðaði landsstýrið kaffi í fundarhølinum, har landsstýrisfundirnir vanliga verða hildnir.
Tá ið kaffi var drukkið, fóru Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Margreta Drotning og Henrik Prinsur inn í tað minna fundarhøli, har málningar av fyrrverandi løgmonnum hanga á bróstinum.
Síðani kom vestmannadrongurin Magnus í Niðristovu Durhuus inn í fundarhølið og heilsaði upp á tey kongaligu, sum fegin vildu ynskja honum tillukku við bragdinum, tá ið hann í fjør summar bjargaði lítlabeiggja sínum frá at drukna.