Kaj Leo fekk tveir minuttir

Dinamo Bukarest spældi í dag málleysan javnleik móti Tirgu Mures í endaspælinum í rumensku landskappingini.

 

Føroyski Kaj Leo í Bartalsstovu kom inn í 88 minuttir. Sostatt fekk hann tveir minuttir og tað, sum dómarin legði afturat. Úrslitið merkir, at Dinamo Bukarest nú er dottið úr heiðursmerkjaplássunum.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu er úttikin til venjingarlandsdystin móti Liktenstein, sum verður í Spania seinni í hesum mánaðinum.