- Nú er tað endiliga uppá pláss, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu úr fartelefonini úr Bukarest í Rumenia. Sostatt verður Kaj Leo í Bartalsstovu fyrsti føroyingurin í rumenskum fótbólti.
- Hetta hevur gingið skjótt fyri seg, men seinastu dagarnir hava gingið seint, sigur føroyski landsliðsspælarin, sum hevur gjørt ein sáttmála fyri komandi hálva annað árið.
Partarnir hava tingast í allan dag, men eru nú komnir á mál. Hóast tað vóru smálutir, sum skiltu partarnar, so tók tað eina løtu at koma á mál.
- Eg var ikki nervøsur um skiftið. Eg var til læknakanning í fýra tímar, men alt gekk væl.
Eg skal eta meir, og skal strekkja ryggin meir, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu við einum brosi.
Gøtumaðurin skal venja við næstbesta liðnum í morgin, meðan besta liðið er á venjingarlegu í Kýpros.