POLITIKKUR
Myndir: Jens Kr. Vang
Eftir at Magni Laksáfoss tók við sum landsstýrismaður hevur verið kjakast dúgliga um hansara sjónarmið um m.a. sjómannafrádrátt, kommunala útjavningarskipan og tunnil til Sandoynna.
M.a. hevur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sagt, at nú skuldi búskaparfrøðingurin Magni Laksáfoss læra seg at vera politikari og ikki fakmaður.
- Hasi orðini vóru betur ósøgd, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum um útsagnirnar hjá løgmanni.
Kaj Leo Johannesen stuðlar sum formaður sínum landsstýrismanni, hóast ágangurin í løtuni er harður. Hann er samdur við landstýrismanninum í, at sosialir skeivleikar skulu rættast
Tá blaðmaðurin loyvir sær at brúka ein metafor úr fótbóltsheiminum, um formaðurin metir, at tað oftari verður farið eftir manninum enn bóltinum, er Kaj Leo Johannesen kvikur at svara:
- Absolutt!
Kal Leo Johannesen er tó skjótur at leggja afturat, at Magni Laksáfoss eftir hansara tykki hevur skapt eitt áhugavert kjak.
- Tað er eisini ein ávísur nervøsitetur áðrenn val.
- Men vit kunnu spyrja, hvat er sakligheit, og hvat eru politiskar manifestatiónir áðrenn val, sigur sambandsformaðurin og sipar til ákoyringarnar móti fíggjarmálaráðharranum.
- Ein landsstýrismaður hevur loyvi til at siga sína meining, men ein landsstýrismaður er ikki einsamallur, sigur Kaj Leo Johannesen og sipar til, at hóast Magni Laksáfoss skal sleppa at siga sína hugsan, so førir hann ikki politikkin einsamallur.
- Men betur er bøtandi hond enn spillandi tunga.
- Magni er heldur ikki tann fyrsti landsstýrismaðurin, sum sigur sína meining, sigur Kaj Leo Johannesen.
Breckmann skal ikki læra Sambandið
Kal Leo Johannsen sigur, at tað er neyðugt sum er at tálma, og tí er rætt at av landsstýrismanninum í fíggjarmálum at koma við signalum.
- Tað er okkara ábyrgd at syrgja fyri, at búskapurin ikki eksploderar.
Spurdur, hvat hann sigur um lesarabræviå frá Óla Breckmann, sum m.a. sigur at »neyðugt er, at løgmaður (og Kaj Leo Johannesen) fáa Laksáfoss at halda tátt, áðrenn hann skaðar samgonguna«, sigur formaður Sambandsfloksins:
- Um Óli Breckmann kann taka sær av Fólkaflokkinum, so skal eg taka mær av Fólkaflokkinum.
Kaj Leo Johannesen er tó ikki stúrin fyri samgongustartvinum, hóast tað eftir øllum at døma brýtur í bæði borð, og bæði javnaðar- og fólkafloksmenn harta Magna Laksáfoss.
- Tað hevur gingið fyrimyndarliga væl í hesi samgonguni. Eg eri væl nøgdur, sigur Kaj Leo Johanesen.