- Tað er upp á tíðina, at løgmaður tosar við Jógvan við Keldu, tí Sambandsflokkurin kann ikki standa inni fyri slíkum úttalilsum, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, nú Jógvan við Keldu sigur tað vera eina størri andsøgn, at Rapa-hjúnini yvirhøvur vóru sloppin inn á Føroya Læraraskúla.
- Tað er undir alt lágmark, at man kann uppføra seg soleiðis sum landsstýrismaður. Hetta er pínligt og niðursetandi, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum.
- Eg havi sent boð til Jóannes Eidesgaard, løgmann, um at geva Jógvani við Keldu eina kraftiga átalu fyri hansara úttalilsi í Degi og Viku fríggjakvøldið, sigur Kaj Leo Johannesen.
Sambandsformaðurin sigur, at slík úttalilsi skaða okkara umdømi uttanlands, og at føroyingar kunnu ikki hava fólk í umsitingini, sum siga slíkt.
- Tað er ótrúligt, at man kann koma við slíkum úttalilsum, alt meðan føroyingar leita sær út í heim og útbúgva seg, sigur Kaj Leo Johannesen.
- Nú fara vit at tosa um tingini í samgonguni. Tað er jú løgmaður, sum hevur ábyrgdina av landsstýrismonnunum. Tað minsta man kann krevja er, at teir uppføra seg sum fólk. Nú mugu vit vóna, at landsstýrismaðurin kemur út við eini umbering, Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum.