Kaj Leo valdi heldur Fólkaflokkin

– Hvussu ber tað til, at Kaj Leo Holm Johannesen nú vil hava borgarstjórasessin?

– Hvussu ber tað til, at Kaj Leo Holm Johannesen nú vil hava borgarstjórasessin?

 

Soleiðis spyr Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, nú tað frættist, at Kaj Leo Holm Johannesen fer eftir borgarstjórasessinum, um hann ger av at stilla upp til býráðsvalið í Havn.

 

Heðin Mortensen vísir á, at tað júst var Kaj Leo Holm Johannesen, sum ikki vildi, at Sambandsflokkurin skuldi fáa borgarstjóran, eftir at Heðin Mortensen sjálvur hevði drigið tvey fólk aftur at sær inn í býráðið á kommunuvalinum í 2004. Við 667 atkvøðum fekk Heðin Mortensen nógv flestar atkvøður á sambandslistanum. Høgni Mikkelsen fekk 294 og Beate L. Samuelsen fekk 207.

 

Les eisini: Fari eg – so fari eg eftir borgarstjórasessinum

 

Heðin Mortensen heldur tað vera løgið, at Kaj Leo Holm Johannesen nú er so altráður eftir borgarstjórasessinum, og spyr, um tað man vera nakað persónligt.

 

Beint eftir býráðsvalið í 2004 varð Heðin Mortensen eksluderaður úr Sambandsflokkinum. Formaður í Sambandsflokkinum var Kaj Leo Holm Johannesen, og formaður í sambandsfelagnum í Havn, Føroya Væl, var Annfinn Brekkstein, sum nú er einasti býráðslimur hjá Sambandsflokkinum.

 

Les eisini: Annfinn vil ikki hava Kaj Leo á listan


Á teimum báðum býráðsvalunum, sum hava verið síðani Heðin Mortensen fór upp í Javnaðarflokkin, hevur Sambandsflokkurin bara fingið eitt umboð valt í býráðið, og tað er Annfinn Brekkstein.

 

– Í 2004 vildi Sambandsflokkurin við Kaj Leo Holm Johannsen á odda hava, at Fólkaflokkurin skuldi hava borgarstjóran. Hví ikki geva Fólkaflokkinum borgarstjóran aftur, sum man vildi  í 2004?

 

– Hevur hann broytt meining, ella er Kaj Leo Holm Johannesen til sølu til hægstbjóðandi, spyr Heðin Mortensen.

 

– Eg kann leggja aftrat, at hetta verður ikki uttan dyst frá mær sum borgarstjóra, tí eg veit, at hetta er takk fyri seinast. Men veljarin gloymir ikki framferðina tá frá Kaj Leo Johannesen, sigur Heðin Mortensen.