Tað vóru neyvan mong, ið høvdu roknað við, at Alfred Olsen fór at koma við eini so ógvusligari fráboðan, sum hann sendi út á middegi í gjár. Heldur ikki formaðurin í Sambandsflokkinum hevði roknað við hesum.
– Nei, eg veit ikki hvat eg hevði væntað. Hetta hevur jú víst seg at vera eitt álvarsamt mál, sum stingur djúpt í føroyska samfelagið. Men hinvegin kunnu vit rokna við øllum í politikki, og kanska serliga í málum sum hesum, sum eru eitt sindur álvarsamari enn onnur, segði Kaj Leo Johannesen við Sosialin í tinginum seinnapartin í gjár.
Virðir fría viljan
Formaðurin í Sambandsflokkinum ivast ikki, tá vit spyrja hvat hann heldur um avgerðina.
– Nú er tað einaferð soleiðis, at vit øll hava fingið frían vilja frá skaparans hond. Tað brúkar Alfred í hesum málinum, og tað virði eg hann fyri.
– Somuleiðis havi eg eisini stóra virðing fyri Alfred Olsen, sum hevur gjørt eitt gott arbeiði bæði fyri flokk og samgongu, sigur Kaj Leo Johannesen.
Tosa um praktiskar avleiðingar
Tá Sosialurin hevði orðið á Kaj Leo Johannesen, hevði hann enn ikki havt tíð at viðgera málið djúpt. Men hann segði, at hann nú fór at tosa við Alfred Olsen um avleiðingarnar av hesum.
– Eg havi tó skilt á Alfred, at hann framhaldandi ætlar at atkvøða við samgonguni, sigur Kaj Leo Johannesen.
Formaðurin í Sambandsflokkinum sigur, at hann nú fer at virka fyri at finna eina góðan og greiðan máta at loysa málið.
– Alfred er góður við flokkin og helst samgonguna eisini, og eg havi ikki skilt, at hann fer at atkvøða ímóti samgonguni. Sambandsflokkurin er intaktur og samgongan er breið, so eg ivist ikki í at vit finna eina góða loysn fyri bæði flokk og samgongu, sigur Kaj Leo Johannesen, sum ikki metir avgerðina hjá Alfred Olsen vera nakra vanlukka.
Spurningurin sum nú stendur eftir er, um Alfred Olsen bara formelt hevur tikið seg úr samgonguni, men reelt framvegis er partur av henni?